Silvurnál til Martin

-

Ítróttarsamband Føroya hevur eina fasta skipan fyri, hvør verður heiðraður við silvur- ella gullnál sambandsins.

Ein stjórnarlimur í ÍSF fær silvurnál, tá hann gerst stjórnarlimur, og gullnál eftir 5 ár í stjórnini.

Harafturat fáa nevndarlimir í sersambondunum innan ÍSF silvurnál, tá teir hava sitið í 5 ár, og gullnál eftir 10 árum í nevnd sersambandsins.

Á stjórnarfundi seinasta sunnudag varð Martin á Mýruni heiðraður við silvurnál ÍSF?s, eftir at hann er farin frá sum limur í kappingarnevndini hjá Badmintonsambandi Føroya, har hann hevur sitið í 6 ár.

Á myndini sæst Heðin Mortensen, formaður ÍSF?s, handa Martini á Mýruni silvurnál ÍSF?s og skreytblað.