Simon bjargaði Skála í síðstu løtu

Heimaliðið við Margáir misti sigurin á stokkinum ímóti Skála ÍF, sum framvegis er í tungum sjógvi

Simon Jørgensen er toppskjútti í føroyskum fótbólti. Tað er at leggja til merkis, tí hann spælir við Skála ÍF, sum er undir niðurflytingarstrikuni.

 

Í kvøld endaði tað 1-1 við Margáir, har EB/Streymur hevði vitjan av Skála ÍF. Tá ið vanliga leiktíðin var farin og reiðiliga tað, vísti klokkan framvegis 1-0 til heimaliðið.

 

EB/Streymur vann sær 1-0 leiðslu fimm minuttir undan steðginum, tá ið Skála miðverjin Markus Hellisdal var óheppin at stýra bóltin í málið aftanfyri sín egna málverja Hans Jákup Arngrímsson.

 

Tað gekk javnt á, og sum seinni hálvleikur leið, spentu skálamenn álopsbogan. Tað bar við sær spentar støður og málmøguleikar í báðum endum, men sum tíðin leið sá tað út til, at heimaliðið fór at hóra undan.

 

Og so var tað, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti og besti spælari hjá Skála ÍF og ivaleyst besti maður á vøllinum í kvøld, tók sakina í egnar hendur og javnaði til 1-1.

 

Skála ÍF vann innkast heilt frammarlaga í vinstru. Simon Jørgensen skundaði sær at kasta. Hann fann ongan viðspælara, og so kastaði hann bóltin í ein av móstøðumonnunum, sneiddi seg leysan og eftir tvær ferðir aftur og fram endaði bólturin aftur hjá Simon Jørgensen, sum úr eitt sindur spískum í vinstru smekkaði bóltin upp í nettakið í handaru síðu í málinum.

 

Simon Jørgensen er einsamallur á máltindinum. Hann hevur skorað sjey mál, og tað er einki at ivast í, at onnur feløg hava lagt til merkis væl upplagda og málsókna framrættaða danska spælaran á Skála.

 

Javnleikurin ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 13 stig, og tað eru framvegis tvey stig aftur til Skála ÍF, sum framvegis er undir strikuni.

 

Annað mánakvøld fara skálamenn í Gundadal at hitta HB. Annan sunnudag fær EB/Streymur vitjan av EB/Streymi