Svenska landsliðið kom niður á jørðina aftur í Houston aftaná 5-1 stórsigur á Tunesia í tí fyrsta dystinum í innleiðandi HM-bólki F.
Í kvøld tapti Svøríki 1-5 fyri Niðurlondum á NRG leikvøllinum í Houston. Í steðginum var støðan 2-0.
Niðurlendingar vóru sera effektivir, og megnaðu Brian Brobbey og Cody Gakpo at skjóta tvey mál hvør.
Fyri Niðurlond var talan um uppreisn aftaná hálva vónbrotið í 2-2 javnleikinum móti Japan. Fyri Svøríki var talan um ein stóran niðurtúr, men svenskarar hava ein dyst eftir í bólkinum móti Japan, har teir kunnu vinna sær víðari luttøku í kappingini.
Niðurlond-Svøríki 5-1 (2-0)
1-0 Brian Brobbey ('5 )
2-0 Brian Brobbey ('17 )
3-0 Cody Gakpo ('47 )
4-0 Cody Gakpo ('54 )
4-1 Anthony Elanga ('59 )
5-1 Crysencio Summerville ('89 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Niðurlond og Svøríki.
Niðurlond eru fremst í bólkinum við fýra stigum. Svøríki hevur trý stig, Japan hevur eitt stig, meðan Tunesia einki stig hevur.
Í morgin klokkan fimm - á morgni føroyska tíð - spæla Japan og Tunesia á Estadio BBVA í Monterrey.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











