TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr part av tíðindafundinum høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp hevði fyrr í dag, har Jürgen Klopp m.a. heiðraði legendariska høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, árini 1986-2013, Sir Alex Ferguson.
- Sir Alex er "John Lennon" í fótbóltsheiminum, og hann er tann størsti venjarin nakrantíð segði Jürgen Klopp á tíðindafundinum. Men Jürgen Klopp skemtaði eisini við skotsku dialektini hjá Sir Alex, og segði, at tað gingu 10 minuttir áðrenn hann skilti hvat Sir Alex segði.
Sir Alex sjálvur hevur eisini stóra virðing fyri Jürgen Klopp, og hann staðfesti í samrøðu við ESPN, at Jürgen Klopp kemur at gera tað gott, sum høvuðsvenjari hjá Liverpool.
Jürgen Klopp heldur, at ein uppgerð millum Liverpool og Manchester United, sum verður sunnudagin klokkan 14.05 er eitt tað størsta ein kann verða við til. - Tað er, sum saltið í súpanini, segði Jürgen Klopp á tíðindafundinum.
Jürgen Klopp staðfestir, at bæði liðini hava tørv á stigunum fyri at nærkast Champions League plássunum.
Tað er rásin hjá Beanyman Sports, sum hevur lagt brotið út á YouTube.