Sir Alex hóttir nú Liverpool

Nývunna meistaraheitið er tað 16. hjá Manchester United. Av hesum hevur Sir Alex Ferguson stýrt felagnum til tey níggju

Fótbóltur

 

Hóast tað eftir hondini eru 17 ár, síðani seinasta meistaraheitið kom til høldar, so er Liverpool framvegis mest vinnandi enska felagið. Við 18 meistaraheitum hevur felagið staðið væl og virðiliga ovast í samanteljingini í skjótt nógv ár. Fyrst og fremst takkað verið framúr arbeiðinum, sum Bill Shankley framdi, og sum Bob Paisley síðani bygdi víðari á.

Frá 1963 til ’90 vann Liverpool ikki færri enn 13 meistarheiti, men síðani hetta hevur tað tó verið so sum so við gullinum. Tvey silvur- og fýra bronsumerki hevur talan verið um, og tað hevur givið øðrum liðum møguleikan at troka seg framat.

 

Fergie og Giggs

Og tí møguleikanum hevur Sir Alex tikið av. Tá hann kom til Manchester United fyri 20 árum síðani, stóð 16-7 til Liverpool í dystinum um flest meistaraheiti. Men síðani hava reyðu devlarnir etið burtur av muninum. Síðani 1992 hevur Manchester United vunnið heiðursmerki á hvørjum ári, og við níggju meistaraheitum, fimm silvur- og trimum bronsumerkjum er einki løgið, at viðhaldsfólkini meira enn hálova Sir Alex.

Sjálvur hevur hann tó altíð víst á, at í hansara hugaheimi var Sir Matt Busby tann størsti. Einamest grundað á, at hesin við trimum ættlarliðum av spælarum megnaði at føra gullið til Old Trafford. Eitt kynstur, sum Fergie nú sjálvur hevur gjørt honum eftir.

Og tó eru trý ættarlið kanska at taka dekan ov rívan til. Ein felagsnevnari hevur nevnliga verið øll árini. Ryan Giggs hevur átt sín lut í øllum níggju meistaraheitunum, sum Fergie hevur vunnið. Og í so máta var tað helst hóskandi, at gullkósin av álvara varð rættað av í útidystinum móti grannunum úr City. Tað var nevnliga á Maine Road, at tann tá 17 ára gamli Giggs debuteraði á vári 1991.

 

Vístu karakter

Tá Ferguson sjálvur gjørdi viðmerkingar til gullið sunnudagin, var tað eingin einstakur spælari, sum varð drigin úr rúgvuni.

- Tað er ikki lætt at halda leiðsluna í hálvt ár, tá tú veitst, at Chelsea alla tíðina er beint í hølunum á tær.

- Tað týdningarmesta var treisknið hjá spælarunum, tá skaðar av álvara fóru at gera um seg. Og eg kann bara rósa teimum, sum viku eftir viku megnaðu at standa ímóti trýstinum.

Um sína egnu framtíð sigur Ferguson, at hann framvegis hevur hug at vera partur av fótbóltsheiminum. Eisini hóast hann á heysti 2001 ætlaði at gevast. Ein avgerð, sum hann tó síðani angraði.

- Tað er lætt at gevast. Ta ferðina var tað ein skjót avgerð, ið eg angraði mest sum alt fyri eitt. Í dag ressist eg av ungu spælarunum, sum støðugt gera um seg, og av royndum spælarum sum Giggs, Neville og Scholes, ið fara á vøllin viku eftir viku.

Tað gevur mær eina góða kenslu. Eg veit ikki, hvussu leingi hon stendur við, men eg njóti bara hvørja løtul, sigur Ferguson.