Tað skrivar Dimmalætting.
Sirið Stenberg er forkvinna í Tjóðveldi og landsstýriskvinna í uttanríkis – og mentamálum.
Hon sigur soleiðis, nú Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, so fegin ber tíðindini um, at tað er partur av fíggjarlógarsemjuni í Danmark, at 2,5 milliónir eru játtaðar til Oyggjaleikirnar í Føroyum:
– Hetta líkist ongum!
– Tá ið avgjørt var, at oyggjaleikir skulu vera í Føroyum játtaði løgtingið ta upphæddina, sum tey søgdu leikirnir kostaðu. Hvørja krónu!
– Oyggjaleikir og mentanarpolitikkur, hevur onki við fólkatingið at gera. At føroysk fólkatingsumboð reypa av hesum er skammuligt.
– Alt kann ikki vera til sølu, sigur hon.
Harvið er Sirið Stenberg samd við Tórbjørn Jacobsen borgarstjóa í Runavíkar kommunu, sum fyrr í dag gav ilt av sær um hetta sama.
https://dimma.fo/grein/hetta-er-national-skomm











