Tap í seinasta dystinum hjá FC Fredericia í 2025

Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir fara í vetrarfrí á næstaftasta plássinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia spældu í kvøld seinasta kappingardystin í bestu donsku fótbóltsdeildini í 2025.

 

Á Monjasa leikvøllinum í Fredericia tapti heimaliðið 1-3 fyri OB, ið eins og Fredericia flutti upp í bestu deildina farna kappingarár.

 

FC Fredericia-OB 1-3 (1-2)

 

0-1 Fiete Arp, br. (12.),

 

1-1 Daniel Freyr Kristjansson (16.),

 

1-2 Noah Ganaus (43.),

 

1-3 sjálvmál (63.).

 

Mattias fekk ikki gjørt nógv við fyrsta og annað málið hjá OB, ið vóru sett væl inn. Men við triðja málið kundu Mattias og verjuleikararnir samskift betri, og harvið undgingið at gjørt sjálvmál. Mattias var noteraður fyri fimm bjargingar, og onkur av teimum var av fremsta klassa.

 

Tað góða er tó - sæð við føroyskum landsliðseygum - er, at Mattias hevur spælt 15 av teim 18 dystunum Fredericia hevur spælt í superliguni hetta kappingarárið. 

 

Fredericia heldur vetrarfrí á næstaftasta plássinum í deildini við 14 stigum. Fredericia hevur fimm stig upp til Randers og Silkeborg. Fredericia má røkka triðaftasta plássinum, um teir skulu sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina.

 

8. februar spælir Fredericia dyst á útivølli móti Vejle, ið er aftast í deildini við 10 stigum. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix