Sigur til Bjarna og Allan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Valur og Haukar eru fremst við sama stigatali

Nú eru aftur tveir føroyingar í leiki fyri Val í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann Valur á útivølli í Kaplakrika høllini í Hafnarfirði 34-29 á FH.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 2:3, 7:6, 10:8, 12:10, 16:13, 18:17, 22:18, 24:22, 26:24, 29:27, 29:31, 29:34.

 

Allan skoraði tvey mál og Bjarni skoraði eitt mál. Bjarni er lukkutíð klárur aftur at tørna út fyri Val og fyri landsliðið nakrar vikur undan EM-endaspælinum.

 

Valur og Haukar eru fremst í deildini við 20 stigum hvør. Liðið hjá Sveini Olafssyni og Halli Arasyni, Afturelding er triðfremst við 19 stigum.

 

Valur hevur tveir dystir eftir at leika áðrenn vetrarsteðgin. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18.30 hevur Valur dyst á heimavølli móti Þór Akureyri. Mánakvøldið 15. desember klokkan 18.30 spælir Valur seinasta kappingardystin í 2025 á útivølli móti Selfossi.