At fleiri russisk fiskiskip eru partur av russiska hervaldinum, hevur tann í áravís vitað, sum hevur viljað vitað.
Tað hevur heldur ikki verið nøkur loyna, at serliga reiðaríðið Murman Seafood hevur tøtt sambond við leiðsluna í Kreml.
Skip hjá hesum reiðaríi eru ákærd fyri njósning í Norra, og í oktobur 2022 sigldi eitt av teimum – Melkart-5 – 140 ferðir tvørtur um ein kaðal, sum liggur millum Norra og Svalbard. Endin var, at kaðalin varð kvettur av. At tóva, sum skipið tóvaði, gav ongan meining, um vit hugsa um fiskiskap.
Nakrar fáar vikur eftir hetta gjørdu Føroyar nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland. Men hóast politikarar og embætisfólk áttu at vitað, hvat vit høvdu við at gera, góvu teir – vegna allar føroyingar – hesum reiðaríi atgongd til føroyskt øki og føroyskar havnir.
Eg skrivaði óteljandi greinar um tað ábyrgdarleysa við hesum, men tað varð alt avvíst í tøgn.
Í apríl 2023 lógu tvey skip hjá Murman Seafood – Melkart 4 og Melkart 5 – við bryggju í Havn. Tá skrivaði eg eina grein, har eg vísti á, at eitt var at samstarva við Russland – men at samstarva við júst hetta reiðarí, var púra, púra galið.
Á sumri 2023 bleiv settur í verk ein havnastongsul, sum avmarkaði møguleikarnar hjá russiskum skipum at keypa tænastur í Føroyum. Men tá árið endaði, gjørdu Føroyar nýggja avtalu við Russland, sum aftur, eksplisitt, gav Murman Seafood atgongd til okkara øki.
Eingin, sum hevði sett seg inn í tingini, kundi tá vera í iva um, hvat Murman Seafood var fyri eitt reiðarí. Heldur ikki Dennis Holm og hansara fólk í Fiskimálaráðnum. Men avtaluna gjørdu tey kortini. Og tann sum lesur hana, verður ikki álvuligur, tí hon vísir, at samráðingarnar hava verið eitt russiskt sjálvtøkuborð.
Tikið upp á hægsta stað
Verja og trygd í danska ríkinum er ábyrgdin hjá donskum myndugleikum.
Tí helt eg eina talu á fólkatingi 22. mai, har eg vísti á, at meðan Russland ongan iva letur vera um teirra strategisku áhugamál í Føroyum, so hava fleiri skip, sum eru undir sera sterkum illgruna fyri fíggindaligt virksemi, atgongt til føroyskt øki.
Sí her: https://www.facebook.com/share/v/1J8exSAL7Z/.
Tann 3. juni fór eg longur, tá eg setti spurnartekin við, um danska fregnartænastan ger sína skyldu í Føroyum, tá tað kemur til eftirlit við illgrunasomu russisku skipunum.
Sí her: https://www.facebook.com/share/v/16iuzZuQKf/.
Fyri einum góðum mánaði síðani tók eg so tað nokkso víðgongda stigið, at eg alment bað løgmálaráðharran svara hesum spurningum:
1) Kenna danskir myndugleikar til virksemið hjá Murman Seafood í Føroyum?
2) Er virksemið hjá Melkart-2 í og kring Føroyar kannað?
3) Hvørjar trygdarkanningar eru gjørdar umborð á russiskum skipum í Føroyum generelt – og ítøkiliga Melkart-2?
4) Hvussu metir danska stjórnin trygdarváðan í hesum sambandi.
5) Er nakað samstarv millum danskar, føroyskar og norskar myndugleikar um eftirlit við russiskum skipum í økinum?
Stigið varð víðgongd, tí við hesum skal ovasta danski myndugleikin – alment – gera greitt, um skyldurnar verða røktar. Og verða tær ikki tað, er signalið til bæði Bretland, Norra, ES – og ikki minst Russland – sera óheppið.
Men vit kunnu ikki liva við hesi óvissuni meira. Vit kunnu ikki liva við, at russisk fiskiskip verða tikin í Norra við hernaðarútgerð umborð – tá tey koma beinleiðis úr Føroyum. Tað bendir jú á, at tað ikki bara er tá tað kemur til fiskiskap, at vit ikki hava nøktandi eftirlit við hesum skipum, men at tað sama ger seg galdandi, tá tað kemur til trygd.
Svarfreistin til spurningarnar, var 27. juni. Men hóast danskir ráðharrar næstan altíð halda svarfreistirnar, so eru svarini uppá júst hesar spurningarnar framvegis ikki komin. Einhvør kann meta um, hví so er...
Á veg til Klaksvíkar
Nú er so Melkart-2 hjá Murman Seafood á veg inn í føroyskt øki og í føroyska havn – Klaksvík. Og tað er við loyvi frá føroyskum myndugleikum.
Hóast vit siga okkum fylgja ES, sum hevur bannlýst Murman Seafood og øll teirra skip. Hóast vit siga okkum fylgja Norra, sum hevur bannlýst Murman Seafood og øll teirra skip við teirri grundgeving, at “skipini føra fíggindaligt sinnað virksemi” og eru knýtt at russiska statinum.
Landsstýrið sigur, at málið skal viðgerast eftir ólavsøku...
Ukrainska ambassadan í Danmark hevur – sjálvandi – fleiri ferðir átalað tætta føroyska samstarvið millum Føroyar og Russland. Men tá Sirið Stenberg fyrst í novembur í fjør bleiv vald til forkvinnu í Tjóveldi gjørdi hon greitt, at hon ”gott kundi liva við” hesum sama samstarvi.
Tí er tað lagnunnar speisemi, at samstundis sum Sirið er boðin við danska verjumálaráðharranum til Ukraina – er Melkart-2 á veg til Føroya.
Hetta er altso eitt skip, sum ikki sleppur at bryggju í nøkrum øðrum vestanlandi enn Føroyum, og sostatt er sjálv ímyndin av okkara feika politikki.
Danir vakna
Tað góða í øllum hesum er, at danir nú kanska eru vaknaðir, og sýnast at taka sín part av ábyrgdini á seg, tí sambært KvF hevur danska verjuskipið, Knud Rasmussen, verið á leiðini hjá Melkart-2. Tað vísa AIS data frá Fishfacts.
Men hetta byrjar altso at blíva øgiliga pínligt fyri Føroyar. Og tað blívur næstan absurd, tá vit hugsa um at taka vit alt við, hava Føroyar ikki fíggjarligt yvirskot av samstarvinum við Russland. Tvørturímóti.
Gott hevði verið, um Føroyar eisini tóku ábyrgd. Mótvegis Russlandi. Mótvegis Ukraina (har Sirið Stenberg júst hevur lagt eitt silkiband við føroysku flagglitunum á Frælsistorgið í Kiyev...). Mótvegis Norra. Mótvegis Bretlandi. Mótvegis Íslandi. Og mótvegis okkum sjálvum.