Sirkus fyri alla familjuna

Cirkus Baldoni byrjar sýningar sínar í Føroyum mánakvøldið kl. 19 í ítróttarhøllini í Vestmanna. Síðan verður vitjað á teimum flestu ítróttarhallum kring landið við klovnum og gyklarum.

Frá mánadegnum 30. august til mikudagin 8. september 2010 verður møguleiki at uppliva tveir tíma longu sýningina hjá Cirkus Baldoni, sum er fyri alla familjuna. Sýningarnar verða í høllum ymsastaðni í Føroyum.


Í tíðindaskrivi siga Cirkus Baldoni, at har er alt frá gyklarum við keylum til flúgvandi tallerkar á pinnum og rulluskoytuframsýning í heimsklassa.


Eisini eru klovnarnir Danilo og Danila ordiliga í hopla, eins og Mr. Hokus og Miss Fokus framføra síni gandakynstur, umframt at cowboy og indianarar hava sín leiklut á framsýningunum.


Talan er um eitt sirkus við góðum stemningi og tónleiki. Meðan framførslurnar eru, kunnu áskoðararnir hugna sær við slikkipinnum, candyfloss og øðrum góðum.


Framsýningarnar verða í Vestmanna, á Giljanesi, í Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Trongisvági, Tórshavn, Skopun, Eiði og í Hvannasundi.


Billettir kunnu keypast ella bíleggjast á: www.cirkusbaldoni.com ella í forhøllini ein tíma áðrenn hvørja sýning. Til 5. september kunnu billettir keypast á Kunningarstovuni í Havn. Frá 1. til 8. september kunnu billettir eisini keypast á Kunningarstovuni í Klaksvík.