Sirrurnar taka Havnina

.

Troyggjurnar av merkinum Sirri hjá Suðuroyar Ullvriki eru vornar rættuliga væl umtóktar millum manna. So væl umtóktar, at ullvirkið nú letur upp handil í Havn.

Troyggjurnar eru 100 prosent føroyskar. Einki útlendskt tógv er blandað upp í tógvið. Eisini er knapparnir 100 prosent føroyskir. Teir eru gjørdir úr seyðahornum.

Handlin hjá Suðuroyar Ullvirki heldur til í Vágsbotni.