Sitatfusk av løgtingsins røðarapalli

Helgi Abrahamsen

Tórbjørn Jacobsen nýtti ein hálvan setning hjá Bárði Nielsen sum sína sterkastu grundgeving, tá sølan av Føroya Banka varð viðgjørd í løgtinginum.

Á tingfundinum mikudagin, har sølan av Føroya Banka varð viðgjørd, endurtók Tórbjørn Jacobsen fleiri ferðir, at Bárður Nielsen hevði sett tal á, hvussu nógv Føroya Banki er verdur. Millum annað vísti Tórbjørn á eina samrøðu, sum Útvarpið hevði við landsstýrismannin skírishósdag. Tórbjørn segði seg kunna endurgeva landsstýrismannin orðarætt, og vísti til henda setningin: “Ja, nú veit eg ikki, hvat man hevur væntað at fingið fyri Føroya Banka. Eg vil siga tað, vissi vit fyri einum ári síðani mettu, at vit kundu fáa tvær milliardir fyri bankan, og tað er inklusiv tær 600 milliónirnar, sum vit hava fingið útgoldið í ekstraordinerum vinningsbýti......” síðani endurgav Tórbjørn Jacobsen ikki meira av samrøðuni, men legði afturat síni egnu orð: “Harvið eru vit komin niður á 1,4 milliard krónur”.

Hevði Tórbjørn endurgivið allan setningin, so hevði søgan verið ein heilt onnur. Bárður Nielsen segði við Útvarpið: “Ja, nú veit eg ikki, hvat ið man hevur væntað, at fingið fyri Føroya Banka. Eg vil siga tað, vissi vit fyri einum ári síðani mettu, at vit kundu fáa tvær milliardir fyri bankan, og tað er inklusiv tær 600 milliónirnar, sum vit hava fingið útgoldið í ekstraordinerum vinningsbýti, kann man siga, so ivist eg í, um vit ikki fara at fáa tað fyri bankan, men enn er einki avgjørt um, hvat vit fáa fyri bankan, og tað framgekk heldur ikki greitt av fundinum, hvat ið man kundi vænta at fáa fyri bankan, men teir vístu á nøkur lyklatøl og tóku tey lyklatølini út frá øðrum peningastovnum í Norðanlondum, og sammettu tey við tey lyklatølini, sum Føroya Banki hevði, og út frá tí kundi man so sjálvandi gera sær eina hóming av, hvar prísurin av Føroya Banka kom at liggja. Men tað bleiv einki sagt á fundinum um beinleiðis hvat ið man kundi vænta at fáa fyri Føroya Banka, men sum sagt, tað bleiv gjørt við lyklatølum, og út frá tí kundi man so rokna út, hvat man kundi fáa.”

Tað má sigast at vera løgið, at ein tingmaður brúkar sitatfusk sum sítt sterkasta vápn í viðgerðini av einum so álvarsomum máli.