Í dag klokkan 16:02 fekk løgreglan fráboðan um, at ein grind var sædd tætt við land eystan fyri Trøllkonufingur.
- Sýslumaðurin avgjørdi, at grindin skuldi rekast og haldast til í Sandavági. Grindin varð rikin inn á Sandavág, og klokkan 17:50 vóru millum 80-100 hvalir deyðir.
Løgreglan, sum var á staðnum fyri at tryggja lóg og landaskil á sjógvi og á landi, sum tikið verður til, sigur nú í tíðindaskrivi, at fimm persónar frá Sea Shepherd vórðu handtiknir í samband við drápið. Tey eru øll skuldsett fyri brot á grindalógina.
- Trý av teimum handtiknu vórðu afturhildin av sivilum føroyingum og latin løgregluni á staðnum. Vit vilja fegin í samband við hesar føroyingar. Hesi verða biðin um skjótast tilber at seta seg í samband við løgregluna á tlf. 351448.
Løgreglan sigur, at tað enn ikki er eydnast at leggja hald á ein RIB-bát hjá Sea Shepherd, ið órógvaði undir rakstrinum av grindini.
|