Sjöberg bleiv kynsliga misbrúktur

Fyrrverandi svenski hæddarleyparin Patrick Sjöberg avdúkar nú í sínari ævisøgu, at hann bleiv misbrúktur kynsliga, tá hann var barn. Tað var venjari og fosturpápi hansara, sum misbrúkti hann. Hetta stóð við í fleiri ár, til Patrick loksins setti seg upp ímóti tí.

 

-Eg vóni, at eg við hesum kann hjálpa øðrum í somu støðu at siga frá, soleiðis sum eg gjørdi, sigur Patrick Sjöberg.

 

Patrick Sjöberg var í mong ár millum teir bestu í heiminum í hæddarlopi. Í 1987 setti hann nýtt heimsmet við 2,42 metrum. Tað metið tók kubanin Javier Sotomayor seinni, tá hann leyp 2,45 metrar.