Sjúkan við deyðbóltunum hevur tikið seg uppaftur

Fótbóltur: Estlendingar struku avstað við stigunum, eftir at føroyingarnir høvdu verið leikliga omaná størsta partin av tíðini

Dreymurin ? og hann var ikki veruleikafjarður ? var, at upphitingin til landsdystin móti Litava í annaðvøld skuldi vera ein úrtøkan uppá í hvussu so er eitt og helst trý stig leygardagin.

Soleiðis gekk tað ikki. Estland vann 2?0, og umframt velduga vónbrotið, sum hetta var, tí føroyingarnir stóran part av tíðini vóru omaná, og estlendingar høvdu fáar møguleikar, so kennist hetta sjálvsagt sum dyggur smeitur í upphitingini til dystin í annað kvøld, bæði fyri áskoðararnar og ikki minst fyri spælararnar.


Reseptin

Uppskriftin hjá Allani Simonsen og hansara monnum var at royna við uppspælið í aðrari síðuni og so at leggja langar diagonalbóltar. Fyrra umfarið var leikliga minni sannførandi enn hitt seinna. Viðhvørt eydnaðist tað at samanspæla fram í vinstru, men tá skifti í høgru, har Allan Mørkøre hevði lítið at gera, skuldi roynast, so miseydnaðist tað ov ofta. Longu bóltarnir vóru sjáldan nóg neyvir, ein millumstøð við skjótari avgreiðslu manglaði, og ov ofta fekst ov lítið burturúr mitt á miðjuni, har Sámal Joensen, Julian Johnsson og John Petersen vóru yvirmannaðir, sammett við sentrala miðvøllin hjá estlendingunum, sum spældu 4-4-2, og tískil bara høvdu stýrimannin, Martin Reim, og stríðsmannin, Aivar Anniste, mitt á miðjuni, meðan Urmas Kirs í høgru og Sergei Terehhov í vinstru lógu heilt úti í borðunum og lúrdu eftir stingarum.

Styrkin hjá gestunum var avgjørt verjuparturin. Har vóru teir væl skipaðir, og tað var ógvuliga átókt tí, sum føroyska verjan so ofta hevur víst á útivølli, tá teir tóku broddin av føroyska álopsspælinum. Tað var ómøguligt hjá Una Arge og Toda Jónsson at skræða seg leysar av mótstøðumonnunum. Estlendingarnir høvdu fýra spælarar heilt aftarlaga á vøllinum at ansa teimum báðu føroysku álopsmonnunum. Tað var hetta, sum hevði við sær, at teir vóru undirmannaðir á sentrala miðvøllinum, men serliga í 1. hálvleiki fingu føroyingarnir ikki nóg stóra nyttu burturúr hesum, og tá vantaði alla tíðina tyngd í royndunum hjá miðvallarunum at stuðla uppundir einsamallu álopsmenninar.

Í 2. hálvleiki hekk framrættaða spælið betri saman hjá føroyingunum. Verjuparturin var alla tíðina tryggur, og umframt Jens Kristian Hansen, sum í 1. hálvleiki hevði verið einsamallur føroyingur um at gera tað, sum ikki var púra upplagt og harvið hevði sett eitt sindur av ruðuleika í hjá mótstøðumonnunum, so gjørdust bæði Allan Mørkøre í høgru og Pól Thorsteinsson í vinstru framrættaðir og konstruktivir, samstundis sum Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen spældu við stórum myndugleika, og tað hevði einki forgjørt verið í, um føroyingarnir miðskeiðis í 2. hálvleiki høvdu fingið málið, sum ivaleyst hevði borið sigurin við sær, tí eitt leiðslumál til Føroyar hevði havt við sær, at mótstøðumenninir høvdu verið noyddir at farið úr verjukendu støðuni, sum teir vóru í.

Men málið kom ikki, og so gekk, sum tað so ofta ger í fótbólti.


Mál og møguleikar

Í 1. hálvleiki vóru eingir púra upplagdir møguleikar. Eftir tólv minuttir kom Sámal Joensen ígjøgnum í høgru eftir góðan diagonalbólt úr vinstru, men álopsmenninir vóru ikki undir málinum, tá flati bólturin kom innfyri. Fýra minuttir seinni tamdi Todi Jónsson við brynguni, dró inn móti vinstru brotsteigarsamankoming og royndi við fínum langskoti, men Mart Poom vísti, hví hann er málverji í bestu deildini í Onglandi.

Besti møguleikin hjá estlendingum í 1. hálvleiki var, tá teir snýttu føroyska manngarðin í frísparksstøðu í vinstru. Sergei Terehhov kom ígjøgnum í vinstru, men liðformaðurin og miðverjin, Sergei Hohlov-Simson, var akkurát ov seinur til við handara stólpa at stýra flata innlegginum í málið.

Í seinna umfarinum var naskasta føroyska royndin, tá Allan Mørkøre av síðulinjuni og sekstan metrar úr baklinjuni rakti tvørtræið, og tá Todi breyt ígjøgnum í vinstru, men ikki fekk bent innlegginum nóg langt út frá, til at Uni Arge kundi røkka at stýra í kassan, og tá Julian Johnsson eftir eitt tvey samanspæl millum Pól Thorsteinsson og Toda Jónsson, úr 16 metrum royndi við skoti, sum varð blokerað.

Og so var tað, at estlendingarnir fingu mál. Tá tað restaðu fimm minuttir streyk innskifti Ivan O?Konnel Bronin ígjøgnum í vinstru, og innskifti Dimitri Ustritsul kom við nærra stólpan framum miðverjuna, men stýrdi bóltinum uttanfyri stólpan. Tríggjar minuttir seinni skoraði Martin Reim við frísparki úr 22 metrum. John Petersen misti á veg fram, hann fekk fatur á aftur, men dómarin metti, at hann gjørdi fríspark, og Reim sendi uttanum manngarðin og dygst inn við stólpanum.

Føroyingarnir vóru skelkaðir, og tá Raio Piiroja, sum bara hevði fingið møguleikan, tí Marek Lemsalu, sum vanliga plagar at vera í miðverjuni, var skaddur, stútaði hornasparksinnlegg úr høgru í kassan, var hann als ikki vardur.


Bakkspeglið

Vónbrotið var sjálvandi stórt, og aftaná eru tað ivaleyst fleiri, sum hava áskoðanir um, hvussu venjarin og spælararnir skuldu havt lagt øðrvísi til rættis. Men hevði yvirvágin í 2. hálvleiki borið sigursmálið við sær, so hevði tosið verið um skilagott spæl, tol og nátúrligu úrtøkuna.

Nú gekk tað av skriðuni, og so kunnu vit meta um, um tað hevði verið rætt fyrri í 2. hálvleiki at styrkt framrættaða partin av miðvøllinum, t.d. við at flyta Allan Mørkøre longri fram og/ella at seta Fróða Benjaminsen inn, men hetta verður, so plagdi maðurin at siga, hypotetiskt prát.

Øll tey fyrstu árini, føroyingar tóku lut í altjóða undankappingum, vóru deyðbóltarnir orsøk til nógv mál til mótstøðumenninar. Hetta var eisini soleiðis fleiri av fyrru árunum hjá Allani Simonsen. Tey seinnu árini hevur tað ikki bilað, men hetta er sum við havhestasjúkuni, tuberklunum og øllum øðrum eitrandi og vandamiklum. Um tað ikki alla tíðina verður gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at halda tí burtur, so vitjar tað aftur. Ímóti Íslandi kostaði eitt fríspark eitt mál og ein ósigur, og ímóti Estlandi kostaðu eitt fríspark og eitt hornaspark ein ósigur, sum var tvifaldur tí móti Íslandi. Í so máta er einki annað at gera enn at byrja av nýggjum, og fyrsta høvi til tað verður longu í annaðkvøld. Eydnast tað, so er javnleikurin í ljósmála. Eydnast tað ikki, so er tap í hendi, tí síðani summarsteðgin hava mótstøðumálini verið blokerað. Um tað hevði borið til at tikið ta blokaduna burtur í annaðkvøld, so hevði nógv verið vunnið.