Ein nýggj granskingargrein um mikrobiologiskar orsøkir og sløg av infektiónum hjá føroyskum sjúklingum við innleggingarkrevjandi sjúku er júst útgivin sum open access grein í vísindaliga tíðarritinum BMC Infectious Diseases. Her verður greinað, hvørjar bakteriur eru orsøkin til infektiónir og hvørji sløg av infektión sjúklingar innlagdir á medisinsku deild í Føroyum hava. Tað skrivar gransking.fo í dag.
Úrslitini vísa, at lungnabruni og bløðrubruni/nýrnakokubruni eru tær vanligastu infektiónirnar hjá føroyskum sjúklingum, sum verða innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Gram-negativar bakteriur sum til dømis kolibakteriur (Escherichia coli) eru tær vanligastu sjúkuelvandi bakteriurnar hjá innløgdum sjúklingum á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.
Úrslitini skulu brúkast til at dimensionera tað føroyska heilsuverkið í mun til infektiónsbyrðuna í føroyska heilsuverkinum og til at velja tey røttu antibiotikasløgini, tá man viðger infektión á føroyskum sjúkrahúsum.
Úrslitini vísa eisini, at tað er tørvur á at betra um mikrobiologiskan diagnostikk í Føroyum bæði viðvíkandi laboratoriutøkni serliga innanfyri PCR tøkni til andaleiðsinfektiónir og økja um bioanalytikaramanningina á Landssjúkrahúsinum
Hetta skrivar granskin.fo í dag.