Fyri løtu síðan fór bjarginarbáturin Lív til Nólsoyar eftir einum sjúklingi. Tá ið sjúklingar á landi hava bráðfeingis læknahjálp, fer sjúkrabilur eftir teimum, men ikki ber til at senda sjúkrabil til Nólsoyar.
Tí varð tað bjargingarbáturin Lív, sum fyri løtu síðan fór úr Vágsbotni til Nólsoyar. Ein portørur fór við.
Eins og sjúkrabilarnir ger, blunkaðu ljósini á Lív.
Ternan verður ikki brúkt til bráðfeingis sjúkraflutning, tí tað tekur ov langa tíð.