Tað nærkast eini endaligari loysn á málinum um sjúkraflutningin í Vágum. Pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til fyrsta hálva árið, og nú er eftir at staðfesta endaligu skipanina fyri, hvussu vaktirnar skulu skipast.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at málið nú liggur hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum skal finna ta endaligu vaktarskipanina, sum flutningurin úr Vágum skal røkjast eftir.
Samband hevur verið við Vága Bjargingarfelag, sigur Hans Pauli Strøm. Felagið veit av, at máli nú verður loyst, sigur hann.
Landsstýrismaðurin sigur, at í ár eru játtaðar 350.000,- krónur til sjúkraflutningstænastuna í Vágum. Hetta er galdandi fyri eitt hálvt ár og kemst av, at fíggjarlógin varð so seint samtykt. Men í ramtíðini verður hetta talið tað dupulta, sigur Hans Pauli Strøm.
Tann skipanin, sum mest hevur verið helt til í hesum sambandi, er at fimm portørar verða fast knýttir at sjúkraflutninginum. Hesir hava tilknýti til Vága Bjragingarfelag, sum umsitir flutnignin fyri Landssjúkrahúsið.
Sjúkraflutningurin við bili umfatar nú allar bygdir í Vágum. Í vikuni var sjúkrabilurin fyri fyrstu ferð í Gásadali eftir einum sjúklingi.