Smáfuglurin við navninum Stórtíta er ikki vanlig í Føroyum. Men í gjár var ein slíkur at síggja í Rituvík.
- Hetta er ein sjáldsamur gestur hjá okkum, sigur fuglakennarin Silas Olofson í Klaksvík.
Stórtíta, sum á latínskum máli kallast Parus major er ein sera litfagur smáfuglur. Hon eigur um stóran part av Evropa, tó ikki í Íslandi og í Føroyum.
Í Danmark er Stórtíta sostatt ein sera vanligur fuglur, og kanska kennast fleiri føroyingar aftur við danska navið Musvit.
- Stórtíta er skrásett tríggjar ferður áður í Føroyum, vísir Silas Olofson á.