- Sjálvandi skal tað kosta eitt sindur. Tað skal jú fólk til at halda stýr á øllum hesum fólkunum, men vit mugu eisini geva teimum nakað. Tað nyttar ikki bara at krevja pengar inn, sigur Birgir Enni, sum í mong ár hevur ført Norðlýsið túrar við ferðafólkum.
Talið á ferðafólkum, sum vitja Føroyar er fleirfaldað seinastu árini, og meðan føroyingar flest munnu meta seg vera sera gestablíðar, so eru nøkur, sum halda, at nú er ovboðið.
Øll ferðavinnan tykist samd um, at meðan tað er gleðiligt, at so nógv ferðafólk koma til Føroya, so er tørvur á greiðari leiðreglur fyri, hvør hevur ábyrgd av teimum, meðan tey eru í Føroyum.
Ferðavinnan í Føroyum tykist hava tvær stórar avbjóðingar. Onnur er, hvussu vit kunnu fáa ferðafólkini at leggja sum mest eftir seg her áðrenn tey fara av landinum aftur. Hin er, hvussu vit kunnu verja føroysku náttúruna móti tí ávirkan, sum mongu ferðafólkini hava á hana.
Birgir Enni, sum í mong ár hevur hevur siglt ferðafólk við Norðlýsinum heldur, at sjálvandi mugu vit taka eitt kjak um, hvussu vit varðveita náttúruna og samstundis fáa meiri burtur úr ferðafólkunum. Hann ávarar tó móti at gera nakað í óðum verki og sigur, at hetta er ein longri tilgongd, sum má gerast.
- Júst hvussu man skal gera, tá fólk fara í hagan, um ein skal gjalda ella ikki, tað er ilt at siga. Tað er týdningarmikið, at náttúran verður farin væl um, men tað kostar alt, sigur hann.
Í Mykinesi hava tey valt at sláa tveir flugur í einum, við at krevja øll ferðafólk, sum vilja út um bøgarðarnar, eftir peningi. Hesin peningurin skal so nýtast til at varðveita náttúruøkið.
Í Saksun, sum eisini fær hópin av ferðafólkum, greiddi Jóhan Jógvansson, bóndi, í fyrradagin frá, at hann annan páskadag mátti biðja útlendsk ferðafólk fara úr bygdini, eftir at tey høvdu roynt at fanga nøkur nýlembd lomb hjá sær. Týsdagin upplivdi hann tríggjar ferðir, at ferðafólk gingu og róku ella eltu seyðin.
Fleiri ymiskar loysnir hava verið á lofti, men fyribils tykist tað vera upp til fólk og bóndar sjálvi, hvussu tey velja at loysa avbjóðingina, sum mongu ferðafólkini geva.
- Tað ger einki at man setur seg niður á prátar um tað. Tað nyttar einki, at onkur setur seg upp á bakbeinini, onkur fyri, onkur ímóti, men man má práta seg ígjøgnum tað, sigur altso Birgir Enni.