Sjálvandi skulu vit læra danskt

Um dagarnar kom fram, at ætl­an­in er broyta und­ir­vís­ing­ina í donsk­um í mið­náms­skúl­um so­leið­is, at lær­u­grein­in ikki long­ur verð­ur ein kravd lær­u­grein. Or­søk­in er, at hægri dansk­ir lær­u­stovn­ar ikki long­ur hava sum krav, at før­oyingar skulu hava danskt á a-stigi frá miðnámsskúla.

Tá tað snýr seg um tað, sum danskt er í Føroyum, so hava vit tað við at fara í baklás. Í øllum føri vilja summi okkara fara aftur til jólafundin í 1888, tá Jóannes Bóndi læs yrkingina »Nú er tann stundin«, har hann yrkti um móðurmálið, sum hevði tað so ringt og leið undir donskum máli:

»Hoyr, latum okkum tó mót útlendskum ganga,
tað sláa undir vanga;
útnyrðingur skal tað av landinum føra
– sum sápubløðru!«

Men støðan er so nógv øðr­vísi í dag. Tað er ikki danskt­und­ir­vís­ing­in í skúla­num, sum hótt­ir okk­um mál­­ið. Tvørt­ur­í­móti hev­ur danskt­und­ir­ví­sing­in pos­i­tivt og kon­struk­tivt ár­in á før­oyska mál­ið, og danskt er, um vit vilja tað ella ikki, brúgv­in til lærdu skúl­ar­nar, sum enn eru og fram­veg­is vera fyrst og fremst í Dan­mark.
Sjálvsagt skulu vit hava dygga und­ir­vís­ing í ensk­um, men enskt skal ikki taka yv­ir, tí vit ikki vilja læra danskt. Og at tosa um at læra nak­að so ó­í­tøk­i­ligt, sum norð­ur­lendskt í stað­in fyri danskt er í besta lagi heim­føð­is­lig und­an­førsla. Sjálv­andi skulu vit læra danskt væl og virð­i­liga. Hini norð­ur­lendsku mál­ini kunnu vit so taka haganífrá.