Sambært honum er hon ofrað á fullveldisaltarinum og meinastu revskinnini í slátrinum eru Hergeir Nielsen og Jenis av Rana. Vit, sum hava arbeitt við málinum í drúgva tíð kunna bara staðfesta, at maðurin í minsta lagi er politiskt skizofrenur, kanska paranoidur eisini og at hann er í fer við at isolera seg frá allari ávirkan í føroyskum politikki, eisini tá ið tað ræður um framtøk í Suðuroynni.
Sambært lóg er Vágs Havn framvegis almenn samferðsluhavn. Tí var tað øllum greitt, tá ið nýggjur Smyril kom úr stropa, at eitthvørt mátti gerast við havnaviðurskiftini í Vági, soleiðsni at hesin nýggi leinarin, sum nú er kjølstrektur í Spaniu, skuldi kunna sigla sambært løgtingslógini um fólka- og farmaflutning.
Í samstarvi við býraðið har suðuri kom landsstýrið og síðani løgtingið til ta niðurstøðu, at partarnir samskipaðu útbyggingina av djúp- & samferðsluhavn. Løgtingslóg um hesi viðurskifti varð endaliga samtykt fyri valið í fjør. Hetta var áðrenn Johan Dahl hevði havt nakað við føroyskan politikk at gera. Málið kom júst frá fullveldislandsstýrinum, sum eftir drúgva umhugsan og semju legði málið fram og fekk tað samtykt.
Politikkur er at vilja. At vilja loysnir. Samgongan sum nú situr mundi halda at fíggjarorkan, sum var løgd niður í infrakervið í Suðuroy kundi raðfestast betri enn frammanundan varð hildið. Semja varð um, at tað kanska ikki var so skilagott at hava fleiri stórar almennar samferðsluhavnir fjørð um fjørð har suðuri, ístaðin samdust samgongumenn um, at strika Vágs Havn sum almenna samferðsluhavn, at stuðla nýggjari verkætlan í Vági ístaðin, at gera nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði og at byrja tunnilsarbeiðið ímillum Øravík og Hov. Fíggjarlógin avspeglar hendan viljan.
Tá ið hesin samferðslupakkin var íkomin gjørdist tað sjálvandi neyðugt at strika upprunalógina um útbygging av djúp- & samferðsluhavn í Vági, sum hevði komið at kosta tí almenna 18,5 milliónir krónur, sum var helmingurin av ætlaðu verkætlanini.
Tað var øllum greitt, at tær almennu Føroyar ikki, soleiðis uttan víðari, bara kundu sleppa sær burturúr hesum málinum, sum tær høvdu verið ein beinleiðis partur av. Ein moralsk skylda lá eftir í málinum. Og sambært álitinum frá vinnunevndini er breið politisk semja um hvussu hendan moralska politiska skyldan skal skiljast og handhevjast. Sagt verður: Vinnunevndin hevur skilt tað soleiðis, at breið politisk semja er um, at landið rindar Vágs Kommunu eina kompensasjón fyri helvtina av byggikostnaðinum, tó í mesta lagi 9 mió kr., vísandi til at stig vóru tikin til eina felags verkætlan millum land og kommunu um útbygging av havnini í Vági, sum nú verður slept í sambandi við, at siglingin hjá strandferðsluni á Vág verður niðurløgd.
Samgongumenninir í vinnunevndini tóku ikki undir við meirilutanum av tí einfaldu orsøk, at vit mettu hetta málið viðvíkjandi Vágs Havn sum eitt einstakt og serligt fyribrigdi. Heldur enn at lóggeva á økinum valdu vit at halda málinum á stuðulsjáttanarstøði. Í mestan mun fyri at forða fyri siðvenju á økinum og eisini tí at vit ikki halda tað vera skilagott, at vinnunevndin situr og tekur framí arbeiðið hjá fíggjarnevndini fleiri ár frameftir.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri árið 2003 skeyt landsstýrið upp at 7 mió kr. vóru settar av til endamálið. Fíggjarnevndin barberaði hetta talið niður á 5 mió kr, tá ið hildið varð, at Vágs Býráð ikki fekk brúkt fleiri enn hesar 5 mió kr. i inniverandi ári. Restin av helvtini av nýggju verkætlanini hjá býráðnum, ella umleið 4 mió kr., skuldu so setast á fíggjarlógina fyri fíggjarárið 2004. Havi saman við mongum øðrum ongantíð skilt málið øðrvísi, og ætli mær heldur ikki at skilja tað øðrvísi nú tá ið fíggjarlógarviðgerðin fyri árið 2004 verður sett á lunn. Vágbingar skula í somáta sova trygt soleingið fullveldissamgongan ræður fyri borgum í Føroyum.
Ein høvundur segði einaferð, at Sambandsflokkurin var politiskur ómoralur settur í system. Soleiðis sum Johan Dahl ber seg at í hesum málinum man okkurt vera um tað. Ætlar hann at halda fram við hesum atburðinum í sínum politiska lívi, so má bara staðfestast, at hann er ein beinleiðis hóttan fyri øll framtøk og allan framburð í Suðuroy, og í hesum førinum í Vági.
Missilini hann sendir eftir Hergeiri Nielsen og Jenisi av Rana eru luftkastellir sum eingin kann taka fyri fult. Er tað nakar sum liggur flatur í luftini til gagns fyri Suðuroynni, í politiska landslagnum, tá er tað tjóðveldistingmaðurin í Vági. Og tá ið Johan Dahl tosar um luftkastellirnar hjá fullveldissamgonguni veit hann so ikki av at nýggjur Smyril er í gerð, at miðnámsskúli verður smíðaður í Vági, at Almanna- & heilsuskúli er komin á Tvøroyri, at bakkaverjan í Sumba er stuðla, at stuðul verður veittur djúphavnini í Vági, at stór samferðsluhavn verðu gjørd á Trongisvágsfirði, at tunnilsgerðin millum Øravík og Hov byrjar í næstum o.s.fr. Alt komið á lunn ímeðan Sambandsflokkurin hevur sitið í andstøðu og absolut onga ávirkan hevur havt á føroyskan politikk yvirhøvur?
Kanska skuldi næsta greinin hjá hesum politiska sfinxinum snúð seg um Suðuroynna og almenn átøk ímeðan Sambandsflokkurin sat við valdinum í Føroyum. Royktámið hann blæsir framúr sær, og sum hann nú sjálvur er við at villast í, bendir kanska á, at tað var somikið soltið, at onki er at skriva heim um. Ímeðan liggur Suðuroyggin fremst í raðfestingini hjá hesum landsstýrinum, ikki av partapolitiskum orsøkum, men tí hetta er neyðugt skula Føroyar frameftir vera ein livandi og dynamisk samfelagseind.