Sjálvrannsakan hevur verið í Runavík

Meðan tríggir lyklaspælarar hjá NSÍ ikki eru tøkir, er kappingin øgilig í B36 um plássini á liðnum, sum hevur vunnið seks sigrar á rað

Hagtølini eru við B36, tá ið mótstøðuliðið er NSÍ í Gundadali. Um eina stóra viku fara NSÍ og B36 at spæla steypafinalu. Í kvøld verður undanroyndin, tá ið liðini hittast í landskappingini.

Tølini siga, at tað gongur striltið hjá NSÍ at vinna fulla úrtøku á heimavøllinum hjá B36. 11. Maio í 2010 fór NSÍ úr Gundadali við stórsigri. NSÍ vann henda dagin 5-1 á B36.

Tríggir spælarar, sum nú fyrireika seg at fara suður í høvuðsstaðin, vóru eisini á NSÍ liðnum, sum fyri sjey árum síðani vann stórsigurin á B36. Teir eru Jens Joensen, Einar Tróndargjógv og Klæmint A. Olsen.

Síðani tá hevur NSÍ verið tíggju ferðir á útivølli ímóti B36. Úrtøkan er níggju tap og ein javnleikur. Javnleikurin var 8. apríl í ár, tá ið úrslitið var 2-2. Málmunurin í hesum tíggju uppgerðunum er 28-10 – B36 til fyrimunar.

Eftir sannførandi avrik eftir summarsteðgin og tríggjar trivaligar sigrar tapti NSÍ leygardagin 4-1 í Gundadali ímóti HB.

NSÍ venjarin, Anders Gerber, er greiður yvir, hvat skal til, um tað skal vignast betri í kvøld, enn tað gjørdi leygardagin.

-Vit hava rannsakað okkum sjálvar fyri at vita, hví tað gekk so illa at verja. Tað var fyrsta lítla løtan í fyrra hálvleiki og serliga fyrsta lítla løtan eftir steðgin, sum avgjørdu. Talan var ikki um ikki nóg gott avrik hjá málverja og verjuni, men alt liðið avrikaði ov vánaliga í verjupartinum. At tað er alneyðugt at vera fokuseraður alla tíðina, sóu vit leygardagin. Vit spældu væl í fyrra hálvleiki, men tað vóru smálutir, ið vóru orsøk til, at vit kortini taptu stórt, sigur NSÍ venjarin.

Tað er smeitur hjá NSÍ, at Árni Frederiksberg framvegis er skaddur. Høgra síða er uppaftur meiri punkterað, tí vongverjin Bárður J. Hansen er heldur ikki tøkur, og tað er lyklaspælarin á miðvøllinum Betuel Hansen heldur ikki.

Í B36 er lagið avbera gott. Seks sigrar á rað eru orsøk til, at B36 nú er bara fýra stig frá oddinum.

-Talan verður næstu dagarnar um sera áhugaverdar og spennandi uppgerðir. Í kvøld er tað NSÍ í Gundadali, sunnudagin verður tað Víkingur á útivølli, og annan leygardag verður tað steypafinalan ímóti NSÍ. Hetta eru dystir, sum allir spælararnir droyma um at vera partur av. Tað er stór kapping um plássini, og hungurin eftir at vinna er soleiðis, sum hann eigur at vera, staðfestir B36 venjarin Jákup á Borg.

-Hóast NSÍ tapti 4-1 ímóti HB, so hava avrikini hjá NSÍ víst, at talan er um eitt gott lið, ið hevur nógvar streingir at spæla uppá. Men vit trívast væl á heimavølli, og tað er nú, at vit skulu vísa, hvat tilfar er í okkum, sigur B36 venjarin.

Hannes Agnarsson og Jógvan Skeel Nolsøe eru skaddir. Bjarni Petersen og Høgni Eysturoy eru tøkir aftur. Teir vóru skaddir, tá ið B36 vann 1-0 í Trongisvági.

B36-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 18.00