Ein av nýggju monnunum hjá EB/Streymi er verjuleikarin, Fróði Clementsen, sum undan kappingarárinum kom úr B36, har hann tóktist hava ilt við at fáa spælitíð.
Tí er einki at ivast í, at tað hjá honum mundi kennast eyka søtt, tá hann sunnukvøldið fann útav, at júst hansara mál fyri fyrst sendi EB/Streym upp um B36 á stigatalvuni.
- Tað var onkur, sum segði mær tað eftir dystin, so tað var bara stuttligt, at júst mítt mál skuldi gera tað, helt hann, tá vit spurdu hann um hetta.
- Men fyrst og fremst, so var tað ein ótrúliga týdningarmikil sigur hjá okkum. Seinasta vikuskifti hálvgum stjólu vit trý stig í Gøtu, men hesaferð var so eingin ivi. Sjálvsálitið er við at koma aftur á liðið, og tað merkir, at leikararnir tora at spæla fótbólt.
Men tá vit at enda spurdu Fróða, hvørt teir nú fara a tosa um ovaru plássini á talvuni, helt hann, at so langt hevði hann ikki hugsað.
- Fyrst og fremst ráddi um hjá okkum at vinna hendan dystin. Nú fara vit so til Runavíkar næsta vikuskifti, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at spæla av, helt høvuðssterki verjuleikarin at enda.