–Sjálvstýri fer at bjarga samgonguni

Nógv skal til, áðrenn andstøðuflokkarnir taka undir við pensjónsnýskipanini, heldur Jørgen Niclasen

–Spyrt tú meg, so haldi eg, at man undir ongum umstøðum eigur at hækka skattin, tí skatturin er ríkiliga høgur í Føroyum í dag, segði Jørgen Niclasen við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2 í kvøld, tá hann varð spurdur um, hvat hann heldur átti at verði gjørt ístaðin fyri tað, sum varð skotið upp í Løgtinginum í dag, tá pensjónsnýskipanin varð viðgjørd við fyrstu viðgerð. 

 

 

–Grundarupphæddin eigur at verða friðhalgað, og tann mótrokningin, sum er í dag, er í viðbótini, men hon er so kraftig, at tað ikki loysir seg hjá fólki at taka eitt eyka tak. Gjørdu vit verandi skipan, og broyttu hana, soleiðis at tað loysir seg hjá teimum, sum orka at taka eitt tak afturat, so vildu trupulleikarnir og avbjóðingarnir loyst seg sjálvar, segði Jørgen Niclasen. 

 

 

– Orðaskifti í dag vísir, at uppskotið skal broytast nógv, um andstøðuflokkarnir skulu við, og tað skal eisini broytast nógv, um Sonja Jógvansdóttir skal við, so tað er lítið at ivast í, at tað verður Sjálvstýri, ið fer at bjarga samgonguni her, staðfesti hann eisini.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna