Sjómaður í hálva øld skrivar søgu um rokskipara

Í vikuni kemur út bók um rokskiparan úr Vági, Jóan Petur hjá Mouritsi, sum í sínari tíð setti met í snørisveiði við Yvonnu. Høvundurin, Absalon Absalonsen, sum eisini er vágbingur, hevur sjálvur siglt í meira enn hálva øld. Í bókini eru tilsamans 735 persónar og 155 skip og bátar nevnd

Rokskipari

Bókin hjá Absalon Absalonsen um rokskiparan úr Vági verður til keyps í bókasølunum kring landið, sum dagarnir ganga. Hon kom higar til lands við Norrønu í gjár og verður fyrstu ferð løgd fram á almennu framløguni í Vági í kvøld.
Bókin er 383 blaðsíður og kostar í bókasølunum 360 krónur, men 300 krónur beinleiðis frá forlagnum, sum er Løkur lítli. Hetta er egið forlag, sum Absalon Absalonsen eigur sjálvur.
Rithøvundurin sigur, at tað hevur verið ógvuliga spennandi og áhugavert at sava tilfar saman um rokskiparan, Jóan Petur hjá Mouritsi.

Met í snørisveiði
- Jóan Petur livdi í árunum, 1894-1963, og hann upplivdi soleiðis alla slupptíðina. Í 1931 setti hann met í fiskiskapi við snøri, tá hann sum skipari við Yvonnu fiskaði meira enn 3100 skippund. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at eitt føroyskt snørisskip fiskaði meira enn 3000 skippund í eitt ár, sigur Absalon Absalonsen.
Vit kunnu leggja aftrat, at eitt skippund er 160 kilo.
Í bókini um Jóan Petur hjá Mouritsi, umrøður høvundurin eisini beiggja Jóan Petur, Dánjal hjá Mouritsi og sonin, Mourits hjá Jóan Peturi.
- Eg haldi, at tað setir sín dám á bókina, at eg havi kent hesar tríggjar og sjálvur havi siglt meira enn eina hálva øld, sigur høvundurin.
Tilsamans 735 persónar eru nevndir í bókini og 155 skip og bátar.

Niðurskotnir
Jóan Petur hjá Mouritsi doyði umborð á Saksabergi undir Grønlandi í 1963.
- Hetta er søgan um smádreingin, sum lærarin einki væntaði sær av, men longu sum 12 ára gamal kortini tók tey vaksnu á bóli.
Høvundurin sigur, at Jóan Petur altíð var millum teir bestu – ella bestur at fiska á skipi í sjálvdrátti, og sum skipari var hann altíð millum teir fremstu.
- Hann var 22 ára gamalur, tá ið hann fyrstu ferð førdi skip. Tá vórðu teir niðurskotnir á Føroyabanka, men manningin varð bjargað. Sum sjómaður megnaði Jóan Petur fleiri ferðir tað, sum fyri øðrum kundi tykjast ógjørligt.
Øll tey 12 skipini, sum vórðu søkt við Føroyar eftir einum samdøgni, verða umrødd í bókini hjá Absaloni.
- Sagt verður frá mongum sjáldsomum og áhugaverdum hendingum, og nógvir persónar, skip og bátar verða umrødd. Hópur er eisini av áhugaverdum veiðitølum og forvitnisligum myndum, sigur høvundurin.

Í havsneyð
Jóan Petur hjá Mouritsi var sambært høvundanum ein sáttligur og lítillátin maður, sum ongan háva gjørdi burtur úr sær sjálvum.
- Kortini duldi hann ikki fyri, at hann eina ódnarnátt í havsneyð á Suðurlandinum upplivdi tað besta, honum nakrantíð var fyri.
Høvundurin sigur, at hesa náttina upplivdi rokskiparin, at "tann livandi Guð og Kristi fullgjørda verk á krossinum gjørdist hansara álit í einum og øllum".
Hóast bókin um Jóan Petur hjá Mouritsi ikki er útkomin í skrivandi løtu, er Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sloppin at lesa hana, og í seinasta broti í hesi greinini verður tikið saman um tað, sum Óli skrivar.

Virðismikið íkast
- Umráðandi er at fáa fest á blað søguna hjá okkara fiskimonnum, so unga ættarliðið kann læra, at grundarlagið fyri teirra vælferð er livi-og arbeiðskorini hjá teirra forfedrum, sum ikki kunnu sammetast við umstøðurnar hjá teimum, sum nú liva.
Óli Jacobsen heldur, at henda bókin soleiðis er eitt virðismikið íkast.
- Hetta er fyrst og fremst ein lýsing av einum av okkara fremstu fiskimonnum, men eisini ein lýsing av okkara fiskiveiði og umstøðunum hjá fiskimonnum fyrra partin av undanfarnu øld. Slíkur lesnaður skuldi verið sjálvskrivaður innan skúlagott, heldur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, um bókina hjá Absaloni Absalonsen.