Sjómannafrádrátturin

Tað komu nakrar óhepnar útsagnir um okkara sjómenn og høvuðsvinnuna nú um dagarnar.

Har sagt varð, at sjómannsfrádrátturin skuldi vekk, og at inntøkutrygdin skuldi verða fíggjað av reiðarum og sjómonnum.
Eg eri harmur um, at man ger eina óvissu rundan um okkara høvuðsvinnu, mínir tankar fara til føroysku heimini, sum til dømis hava tann føroyska línuflotan sum álit fyri at fáa mat á borðið og at gjalda sítt heim fyri.
Hvat hugsa hesu fólk, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, helst eru tey ólukkulig.
Alt hetta meðan tey almentsettu fingu 3% í lønarhækkan, eisini eg sjálvur.
Vit eiga og skulu inn á tann partin hjá tí almenna at spara pening, ikki so, at eg vanvirði tað arbeiði, sum verður gjørt av teimum almentsettu. Men her hugsi eg um tær útreiðslur, sum eru av, at fólk ferðast uttanlands fyri almennar pengar.
Vit skulu øll liva í hesum landinum og ikki bara tey við maskettknappum.
Hetta við aftur og aftur at gera ótryggleika uttan um okkara siglandi fólk, ber ikki til.
Latið okkum nú av øllum alvi royna at fáa arbeiði til allar hendur.
Tað gera vit við at landið setur arbeiðir í gongd, tað var jú meiningin sambært ólavsøkupakkanum.
Og ikki minst at lata kommununar sleppa at útbyggja, nú prísirnir eru í botni, heldur enn at hava kvørkratak á teimum, tí tað er tað sum verður gjørt nú.
Vit vita væl, at tað er fiskavinnan, sum ber nógv bygdarsamfelag og eisini býarsamfeløg uppi.
Taki eg Sandoynna sum dømi, ja her eru tað flakavirkið, Lívfiskastøðin, útróðrarmenn, sjómenn og onkur smáídnaður og handlar. So vælsignaði, latið okkum sum ráða fyri borgum lata vera við at hótta við at taka matin úr munninum á teimum, sum stríðast í okkara høvuðsvinnu.
Latið okkum royna at fáa fólk í vinnu, tað er loysnin. Tað gerst bara við at land og kommunur seta arbeiðir í gongd.