Nú skulu allar sjóvinnuútbúgvingarnar í Klaksvík og í Havn leggjast saman undir eina felags leiðslu Tað hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, nú fingið grønt ljós frá landsstýrinum fyri at gera.
Á landsstýrisfundi fyri eini viku síðani kunnaði hon um uppritið um at savna allar sjóvinnuútbúgvingarnar saman í einum staði.
Landsstýrið tók ikki støðu til uppritið, men Helena Dam á Neystabø boðaði landsstýrinum frá, at hon nú fer at arbeiða víðari við málinum.
Men á landsstýrisfundinum fekk Helena Dam á Neystabø heimild til at leggja skúlarnar í Klaksvík og í Havn saman undir eina felags leiðslu.
- Á landsstýrisfundinum var semja um, at eg skuldi arbeiða við at skipa eina felags leiðslu fyri sjóvinnuútbúgvingarnar í Klaksvík og í Havn, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at hetta er eitt átak fyri at skilbøta raksturin av báðum skúlunum so væl, sum tilber.
Men annars merkir tað ikki neyðturvuliga, at onnur inntriv skulu gerast tí í hesum sambandi verður ikki lagt upp til at flyta stórvegis runt við útbúgvingum.
Hinvegin eru mentamálaráðið eisini í holt við at skipa ymsar matvøruútbúgvingar og tað er greitt, at tær skulu leggjast í Klaksvík.
- Men síðani venda vit so við eini heildarætlan fyri allar útbúgvingarnar, sigur Helena Dam á Neystabø.