Sjóndepelin í Smiðjuni í Lítluvík

Fram til 1. desember verður Smiðjan í Lítluvík karmur um eina søluframsýning við gjørdum lutum, ið blind og sjónveik hava evnað.

Sjóndepilin hevur áður verið við í søluframsýningum saman við øðrum, men á hesum sinni er søluframsýningin sjálvstøðug. Dúgliga hevur verið vovið alt árið, og hetta sæst aftur í teimum nógvu vøkru lutunum, sum vera til sølu. Eisini hevur verið bundið, tøvt og evnað á annan kreativan hátt. Endamálið við framsýningini er tað, at fleiri fólk fáa høvi at síggja hesar dygdarvørur, ið blind og sjónveik megna at gera - hóast sjónin sveik.

Sjóndepilin við Íslandsvegin umfatar tvær sjálvstøðugar eindir: ráðgevingina og dagtilhaldið.

Á dagtilhaldinum verður evnað dúgliga, tøvt og pussað horn. Nógv av hesum handaliga arbeiði verður gjørt sum sosialt tiltak samstundis, og lutirnir, tey evna, eru til egið brúk. Á vevstovuni verður meira vovið til framleiðslu, eitt nú turriklæði og toy til føroyska skjúrtið.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðan læt Sjóndepilin nýggja deild upp á Traðabrekku, har brúkararnir umframt at vera sjónveikir eisini eru eitt sindur seinmentir. Eisini her er tað tað handaliga arbeiðið, sum er teirra dagliga yrki. Á virkishúsinum er tóverkstaður, har damurnar veva, tøva, binda og nógv annað. Timburverkstaðurin hevur ymiskar ídnaðarmaskinur við verju, og her verður beinleiðis framleiðsla til vinnuna gjørd. Í samstarvi við Sp/f ?Fløttislið? verða goggar og bustir gjørd til tann føroyska línuflotan. Á verkstaðnum verða eisini lutir gjørdir burtur úr horni.

Í nógv ár hevði Blindastovnurin ? nú Sjóndepilin - jólasølu á stovninum, og vóru tær vælumtóktar. Nógv komu til jólasøluna, og eftir einar tveir tímar vóru allar vørurnar seldar, og hini, sum komu seinri, komu til tóm borð. Niðurstøðan varð tá, at fyri at fleiri kundu síggja vørurnar, so gjørdu vit av at steðga sjálvari jólasøluni og í staðin vera við í ymiskum framsýningum í býnum ? eitt nú í ?Gluggaglæmu?.

Í Smiðjuni i Lítluvík er góður møguleiki at ogna sær vakrar jólagávur, tó verður ikki tann síðsta vøran tikin niður ? framsýningin er fjølbroytt og sýnir tær væl úr hondum greiddu vørurnar, allar dagarnar, sýningin er opin.