Sjónleikarinnan Kelly Preston er deyð

Hon var gift við John Travolta

Sjónleikarinnan Kelly Preston er deyð, 57 ára gomul. Deyðsorsøkin er bróstkrabbi.

Hetta váttar maður hennara, John Travolta, sum er kendur sjónleikari. Hann skrivar hetta á sosiala miðlinum, Instagram.

– Tað er við tungum hjarta, at eg má fortelja tykkum, at mín vakra kona, Kelly, hevur tapt dystin móti bróstkrabba, skrivar John Travolta.

Kelly Preston doyði um morgunin í gjár aftaná at hava verið sjúk í tvey ár.

Eftir standa maður hennara og børn teirra. Ein 20 ára gommul dóttir og ein 9-ára gamal sonur. Preston og Travolta høvdu harumframt ein annan son, sum doyði í 2009 sum 16 ára gamal.

Kelly Preston er kend fyri sínar leiklutir í filmum sum "SpaceCamp" frá 1986, "Jerry Maguire" frá 1996 og "For Love of the Game" frá 1999.

Kelly Preston varð fødd í Honolulu í Hawaii.

/ritzau/