Sjónleikur í Føroyum

Mikukvøldið skipar Norrøna Felagið fyri fundi í Norðurlandahúsinum, har Laura Joensen fer at greiða frá um sjónleik í Føroyum og lesa upp úr verkum hjá Dario Fo og Bertolt Brecht

Mangt er sagt og skrivað um sjónleik í Føroyum hesa øldina. Sjónleikir hava verið skrivaðir og framførdir so at siga á hvørjum tanga. Men er hann í dag ein høgt mett listargrein á heimligum botni? Stendur sjónleikurin stinnur á okkara døgum? Ella er hann um at detta burtur í millum allar hinar listargreinarnar?

Hesum spurningum og ivaleyst fleiri við fer Laura Joensen at lofta í hugleiðingum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, har hon ber fram nakrar tankar um støðuna á sjónleikaraøkinum í dag. Tiltakið, sum er alment, byrjar kl. 19.30 og tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum skipar fyri.

»Føroyskur sjónleikur er á einum vegamóti«, soleiðis hevur verið sagt í mong ár, sigur Laura. »Og sjálvsagt er, at viðvíkjandi búning og innihaldi, so eigur sjónleikur altíð at vera á einum vegamóti«. »Men«, heldur Laura fram, »tá umræður tær ítøkiligu umstøðurnar, tá krevst tryggleiki«.

Í mangar mátar er hetta eitt merkisvert sjónleikaraár. Gríma rundaði tey 25 við leiki nummar 50, tað eru liðin 100 ár síðani Bertolt Brecht varð borin í heim, og í fjør hendi tað óvanliga, at Nobelvirðislønin í bókmentum varð latin einum leikritahøvundi. Tað var tá italiumaðurin Dario Fo, sum er føddur í 1927, fekk virðislønina.

Enn hevur eingin leikur eftir 100 ára føðingardagsbarninum Bertolt Brecht verið framførdur í Føroyum. Tó fer Laura Joensen mikukvøldið at lesa úr teksti, sum Brecht skrivaði í Danmark, har hann búði eitt skifti. Teksturin rópast »Tala til danska arbeiðarasjónleikaran um kynstrið at eygleiða«.

Harumframt fer Laura at tríva í søgu eftir Dario Fo, sum er um Káin og Ábel og stavar frá fimtiárunum.

Laura Joensen, sum er fødd í 1946, byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn tá hon var fimtan ára gomul. Árini 1961-64 var hon á leiklistaskeiði hjá Eyðuni Johannessen har í húsinum og seinni fór hon til Herning í Danmark, har hon fekk prógv sum dramaleiðari. Síðani 1979 hevur hon verið við í sjónleikarabólkinum Grímu, sum var byrjaður tvey ár undan.

Laura er í dag formaður í Leikpalli Føroya og er føroyskt umboð í Teater og Dans i Norden og Nordisk Teaterunion.