Sjórænarasystrar gerast til seym

Oslo: Rostock-systrarnar sum í fleiri ár hava fiska kongafisk uttan loyvið, eru farnar til upphøggingar, vísa myndir frá Greenpeace. Ein sætti ránsbátur er á veg sama veg.

Enniberg, sum fiskar í Irmingarhavinum, hevur higartil í ár ikki sæð nakað til fremmand fiskiskip uttan fiskiloyvi og uttan flagg. Hetta sigur skiparin Sonny Johannesen við Sosialin. Støðan var ein onnur tá Enniberg var um somu leiðir fyri einum ári síðani. Serliga bitu eftirlitisskipini og tey lógligu skipini í trolararnar sum eisisni kallast Rostock-systrarnar. Hesar høvdu tá nøvnini ”Juanita”, ”Eva”, ”Isabella”, ”Rosita” og ”Carmen.” Ringt var at siga hvar tær hoyrdu heima, og ikki fekst samband við tær.

Hesar seinastu vikurnar eru tær komnar til lettiska havnabýin Liepaja. Fyri fáum døgum síðani kundi myndamaðurin hjá Greenpeace, Henna Tahvanainen, senda myndir frá Liepaja sum vísa at systrarnar nú vera upphøgdar. Sambært upplýsningum sum Greenpeace hevur fingið á skipasmiðjuni, so eru allir fimm trolararnir á veg til upphøggingar.

 

Seks trolarar

- ”Juanita” er longu upphøgd, ”Eva” verður høgd upp nú, og ”Isabella” kom seint í farnu viku til Liepaja. Harafturat er avtala gjør dum upphøgging av teimum báðum seinastu trolarunum ”Rosita” og ”Carmen”, ið nú eru á veg til Lettland, og teir koma til Liepaja í hesi vikuni, sigur Truls Gulowsen, ið hevur staði á odda fyri Greenpeace-átakinum móti flaggleysu og ólógligu trolarunum.

Av NEAFC-skrivstovuni í London frætta vit at ein annar piratur, ”Ulla”, eisini er á veg til upphøggingar. Sostatt eru seks av piratunum sum vóru í Imingarhavinum í fjørð á veg til upphøggingar.

- Tað er uppá tíðina at hetta hendir. Vit hava í fleiri ár barst fyri at fáa steðga hesum trolarunum ið hava fiska ólógliga, og sum opinbart hava brotið NEAFC-reglugerðirnar. Álíkavæl hava vit sæð at fleiri ES-lond, ið eisini eru við í NEAFC, hava latið hesar trolararnar koma og fara úr havnarbýum í Póllandi, Týskalandi og Litava. Einki av londunum hevur roynt at steðga virkseminum, sjálvt um tey hava vita um ólógliga virksemi hjá teimum, sigur Truls Gulowsen. Hann er skuffaður yvir manglandi viljan og kanska eisini evnini hjá myndugleikunum í teimum londunum sum kundu havt gjørt nakað.

- Men eg eri sera væl nøgdur at vitn ú við egnum eygum hava sæð at trolararnir ongantíð aftur koma at fiska ólógliga eftir hóttum fiskastovnum, sier Gulowsen.

 

Endin

Trolararnir sum nú eru á veg úr flotanum hava í fleiri ár liva eina fjakkandi tilveru. Trupult er at finna út av hvør eigur skipini, og hvørki einstøk lond ella NEAFC hava tey tól og møguleikar sum skulu til fyri at finna røttu eigararnar. Truls Gulowsen sigur at tey hava roynt at seta bitarnar saman, og hava í dag eina góða mynd av hvør sum eigur trolararnar. Rostock-systrarnar hava eigarar av russiskum uppruna, men seinast trolararnir vóru skrásettir var í Georgia. Har blivu teir strikaðir fyri jól.

- Tað vit hava gravað fram vísir at russisk handilsfólk eiga trolararnar, og hetta eru tey somu sum í fleiri ár hava verið kend fyri ólógliga fiskiveiðu gjøgnum felagið Pionerskaya Ocean Fishing, sigur Truls Gulowsen.

Hann sigur at tey hava fylgt trolarunum í meir enn tvey ár.

- Vit vóna at nýggju NEAFC-reglurnar um eftirlit í havnunum gera at vit sleppa undan slíkum piratvirksemi framyvir. Havnaeftirlitini hava verið sera vánalig í hesum málinum, serliga ES-havnirnar. Bæði vit í Greenpeace og íslendska stjórnin hava fleiri ferðir roynt at fáa millum annað ES-londini til at steðga trolarunum, men einki er hent, sigur Gulowsen.

- Trolararnir eru ein hóttan móti lógligari fiskiveiðu, og ein álvarslig hóttan móti fiskastovnunum.

 

Meir upphøgging

Sari Tolvanen, ið stendur á odda fyri altjóða havátakinum hjá Greenpeace, sigur at sjálvt um eftirliti nú gerst betri, so koma vit ikki uttanum at heimsins fiskifloti er ov stórur.

- Fleiri skip mugu sendast til upphøggingar, og heimsins trolarafloti má setast saman so hann passar til støddina á teimum fiskastovnunum sum vit hava, sigur Tolvanen.