Sjúrður á breddanum í Sermitsiaq

Føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, er í kvøld ovast á breddanum á grønlendsku heimasíðuni – www. sermtsiaq.ag

Føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, er í kvøld ovast á breddanum á grønlendsku heimasíðuni – www. sermtsiaq.ag. Í greinini verður hann endurgivin fyri at siga, at Grønland við at skerpa manningarreglurnar við trolarum er við til at byggja upp ein Berlinmúr.

 

Í greinini verður víst til tað, sum føroyski fólkatingslimurin hevur sagt á fólkatingi. Sjúrður Skaale hevur víst til uppskotið hjá grønlendska fiskimálaráðharranum, Karl-Kristian Kruse, um at herða manningarreglurnar við grønlendskum trolarum, sum eru størri enn 24 metrar.

 

- Eg gjørdist ikki sørt ovfarin, tá eg las um ætlaðu kunngerðina, sum sigur, at frá 2020 at rokna skulu 90 prosent av yvirmonnunum umborð á grønlendskum trolarum hava búð í Grønlandi í tvey ár. Í løtuni er markið 60 prosent.

 

Sjúrður Skaale vísti á, at ætlaða hámarkið serliga kemur at raka føroyskar yvirmenn umborð á grønlendskum skipum, sum í løtuni sita á nógvum yvirmannapostum.

 

- Í staðin fyri at taka burtur avmarkingar í ríkisfelagsskapinum, byggir grønlendski fiskimálaráðharrin við hesum heldur ein Berlinmúr millum grønlendska og føroyska arbeiðsmarknaðin og millum grønlendsk reiðarríir og føroyskar yvirmenn, segði fólkatingslimurin.