Føroysku fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Magni Arge eru í løtuni á veg til Russlands, har teir eftir ætlan skulu luttaka í eini ráðstevnu fyri tinglimir í arktiska økinum.
Teir báðir føroysku fólkatingslimirnir luttaka sum partar av sendinevndini hjá fólkatinginum, har Sjúrður Skaale er formaður.
Høvuðsevnir fyri ársins ráðstevnu eru fólk í einum mennandi Arktisk, Arktiskt samstarv í kjalarvørrinum av veðurlagsráðstevnuni í Paris (COP 21) og nýggir møguleikar í arktiska økinum.
Talan er um fyrstu ferð síðan kreppuna í Krim-hálvoynni, at ein sendinevnd úr Fólkatinginum luttekur í størri parlamentariskum fundum í Russlandi.
Ráðstevnan verður í døgunum 14. til 17. Juni í Ulan-Ude norðanfyri Mongolia.