Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í at gera streymin dýrari

Nógv kjak hevur verið um SEV, síðani samgonguskjalið varð undirskrivað

 

Onkur heldur seg kunna lesa í skjalinum, at SEV skal privatiserast, og onkur annar heldur seg síggja, at øll fara at kunna selja streym gjøgnum netið hjá SEV. Eisini havi eg sæð onkra ræðusøgu um, at nú fara útlendskar fyritøkur at eiga el-framleiðsluna í Føroyum, og tí fara føroyingar at fáa rísastórar el-rokningar í framtíðini. Hetta er sjálvandi ikki rætt.

 

 

Brúka nógva orku

Vit føroyingar brúka rættiliga nógva orku. Vit hava nógv elektrisk tól, vit halda húsini heit, vit koyra til arbeiðis, og ídnaðurin brúkar eisini nógva orku. Vit innflyta eini 300.000 tons av olju um árið og rinda umleið 1,5 milliardir krónur fyri tað. Samtíðis liva vit í einum landi, sum er fult av orku sum vit ikki brúka. Vit hava nógvan vind, aldur, sjóvarfall, áir og tað kemur eisini meira enn so fyri, at sólin skínur. So hví ikki brúka hesa orkuna, heldur enn at keypa dýra og dálkandi olju frá øðrum?

 

 

Eiga at umleggja til el

Stóri spurningurin er, hvussu vit fáa brúkt okkara egnu orku best? Har vísir tað seg, at besti mátin er at leggja nýtsluna um til el. Heldur enn at hita húsini við eini oljufýring, kunnu vit brúka hitapumpur, vit kunnu koyra við elbilum o.s.fr. Men hetta í sær sjálvum loysir ikki trupulleikan, tí umleið helvtin av streyminum sum vit brúka verður framleitt við olju. Tí má el-framleiðslan eisini leggjast um til grønar orkukeldur. 

Og her kemur ein avbjóðing, tí henda umleggingin kostar somikið nógv, at SEV hevur ongan møguleika at gera alt einsamalt. Men tað er heldur ikki neyðugt, tí vit hava fleiri fyritøkur, sum eru áhugaðar í at vera við í framleiðsluni. Oljufeløgini sum liva av at selja útlendska olju, hava einki ímóti at leggja um til at selja grøna, føroyska orku ístaðin, og eisini onnur vilja vera við í hesum. 

 

 

Ræðast føroysk feløg

Men nú kemur øði í grindina, og fólk byrja at spyrja, hví m.a. oljufeløgini skulu sleppa at “ríka seg upp” av at selja streym til SEV? Men tað løgna er, at eingin hevur sett spurnatekin við, hví útlendsk oljufeløg í áravís eru sloppin at “ríkað seg upp” av at selja olju til SEV. Einasti munurin er, at ístaðin fyri útlendsk feløg verða tað nú føroysk feløg, og tað sum fyrr var olja verður nú grøn orka. Onkur vísir eisini á, at ein partur av vinningsbýtinum hjá føroysku oljufeløgunum endar uttanlands, men eingin sigur nakað um, at ALLIR pengarnir sum verða rindaðir fyri verandi oljukeyp enda uttanlands.

Og alt hetta klandrið endar so við, at einki hendir, og tí kunnu útlendsku oljufeløgini halda fram við at ríka seg upp av at selja olju til føroyingar.

 

 

SEV verður ikki privatiserað

Nýggja samgongan hevur sett sær fyri, at fáa meira ferð á grøna orkuskiftið, men lat tað standa púra fast, at samgongan ætlar ikki at privatisera SEV, og hevur heldur ongan áhuga í, at føroyingar fáa eina størri el-rokning. Málið er at fáa ferð á føroysku framleiðsluna av orku. 

 

Fleiri hava heft seg við, at samgonguskjalið nevnir, at SEV skal kunna selja streym til privatar fyritøkur, sum skulu kunna selja streymin víðari sum part av eini heildarloysn. Onkur sigur at hetta merkir, at fólk fara ikki longur at kunna keypa streymin beinleiðis frá SEV, men tað er ein misskiljing. Samgonguskjalið sigur tvørturímóti, at SEV skal selja alla orkuna, ið verður flutt á el-netinum hjá SEV, men ein partur av søluni kann vera í heilsølu. 

Tankin um ein avmarkaðan el-marknað er ikki ein nýggjur. Hann var millum annað við í uppskotinum sum undanfarna landsstýri arbeiddi við, tá el-veitingarlógin bleiv broytt. Har varð latið upp fyri møguleikanum at selja heildarloysnir, har el-prísurin skuldi vera partur av loysnini. Hetta varð gjørt í semju við allar partar, men uppskotið bleiv tó ikki samtykt. 

Tað var longu við í semjuskjalinum, sum landsstýrismaðurin í orkumálum og umboð fyri kommunala geiran og SEV skrivaðu undir í mars 2022. Tá varð sagt, at ein bólkur við umboðum fyri partarnar skuldi kanna, hvussu ein marknaður í søluliðinum kundi skipast. Hesin bólkurin gjørdi eitt uppskot, sum varð handað landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum í 2023.

Nú má tíðin vísa hvat víðari hendir við tí partinum, men lat tað standa púra fast, at samgongan arbeiðir ikki við at privatisera SEV og hevur onga áhuga í at gera streymin hjá føroyingum dýrari. 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin