SMS: Greiður sigur til kyndilskvinnur í 1. hálvfinaluni

Tað vóru sjey mál á muni í grannauppgerðina

Savnsmynd

Kyndil er á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðini móti Neistanum í SMS-deildini.

 

Í høllini á Hálsi vann Kyndil greitt 28-21 í fyrru/fyrstu FM-hálvfinaluni. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 12-9.

 

Marjun Falkvard Danberg var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum. Silja Geirsdóttir Eystberg og Joan Johannesen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli.

 

Klokkan 20 byrjaði 1. FM-hálvfinalan millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum Neistin-Kyndil 21-28 (9-12):

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd