Á heimavølli ímóti nýklaktu meistarunum í B36 eydnaðist tað KÍ sunnudagin at vinna 2-1. Í KÍ leguni var fagnaðurin stórur um, at tað enn einaferð eydnaðist at vinna á havnarmonnum í Klaksvík. Síðsti KÍ sigurin á heimavølli ímóti B36 var í 2008.
Hóast KÍ síðani summarsteðgin hevur vunnið á heimavølli ímóti bæði HB og B36, so er kappingarárið ikki bjargað. Tað kann vera, at tað fer at kennast heilt gott, um tað eydnast at vinna í Runavík í dag og í síðsta umfari á heimavølli leygardagin ímóti EB/Streymi.
-Hóast vit fleiri ferðir fyrr í summar ikki hava tikið av, tá ið møguleikin at lyfta okkum fram á fjórða plássið hevur verið har, so ber tað framvegis til at kvalifisera okkum til altjóða fótbólt næsta summar. Tað er ikki bara upp til okkum sjálvar at gera av, men vit eru tilvitaðir um, at tað snýr seg um hart arbeiði, og at vit hava møguleika at vinna í Runavík. So fæst at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá HB í Gøtu, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen.
Tórur Justesen er framvegis skaddur. Sørmundur Kalsø og Páll A. Klettskarð, sum leingi hevur verið skaddur, hava í vikuni vant við fullari ferð saman við liðfeløgunum.
Tølini siga, at tað er torført hjá KÍ á útivølli. Klaksvíkingar hava bara vunnið tveir av trettan útidystum. Fimm ferðir hava teir tapt, og seks ferðir hevur úrslitið verið javnleikur. Samlaði málmunurin er 20-23.
NSÍ hevur bestu endastøðuna síðani FM heitið í 2007 at stríðast fyri. Einasta tapið á heimavølli higartil í ár var, tá ið Víkingur vann 4-2 við Løkin. Burturúr trettan royndum við Løkin er úttøkan níggju sigrar, tríggir javnleikir og eitt tap, og málmunurin er so trivaligur sum 41-12!
Tað er mangt, sum bendir á, at heimadysturin ímóti KÍ verður tann síðsti við Trygva Mortensen við róðrið – í hesum umfarinum. Sunnudagin kendist tað vera vónbrot, tá ið TB í evstu løtu javnaði til 2-2 við Stórá.
-Síðani landsliðssteðgin hevur neyvleikin ikki verið so stórur, sum hann var frammanundan. Tað hevur gingið illa at leggja lok á, og tað hevur kostað í hinum endanum. Ímóti KÍ verður tað spennandi. Sum málmunurin sigur, so eru vit álopssinnað lið, og vit kenna tað vera stóra gularót at stríðast fyri at vinna silvurkrónurnar, sigur Trygvi Mortensen.
Tað hevur stóran týdning hjá NSÍ, at Árni Frederiksberg er tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið leikbannaður.
mynd: www.nordlysid.fo