Sjey givnir síðani fyrstu ferð

Fyrsta ferðin Føroyar og Fraklandi spældu var 8. september 2004. Síðani hava liðini spælt tríggjar dystir aftrat.

Nú verður farið undir fimtu uppgerðina, og nógvar broytingar eru framdar á liðnum hesi árini. Eitt nú eru sjey mans givnir, síðani fyrsta dystin. Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen og John Petersen hava allir spælt í móti Fraklandi, men spæla ikki longur. Fýra aðrir mans, hava eisini spælt í móti Fraklandi, men eru tó framvegis virknir fótbóltsleikarar, uttan at vera tøkir á landsliðnum. Hesir eru Marni Djurhuus, Jón Rói Jacobsen, Todi Jónsson og Claus-Bech Jørgensen.