Nú hava sjey hárfríðkanar-lærlingar verið uppi til sveinaroynd á tekniska Skúla í Havn.
Lærlingarnir hava verið uppi í 12 ymiskum greinum, og á myndunum niðanfyri sæst endaliga úrslitið í greinunum, tey nevna, sítt hár, uppseting, make-up og styling. Próvdómararnir góðtóku øll sveinastykkini.
Lærararar hava verið Unn V. Zachariassen, Janita Honnudóttir, Eydna í Billustovu og Sunneva Thorsteinsson.
Lærlingarnir ið hava staði sveinaroynd eru: Frígerð B. Hentze hevur staðið í læru hjá Salong Júniik, Tórshavn, Rannveig G. Hansen hevur staðið í læru hjá Salong Beinta, Saltangará, Sára Y. Olsen hevur staðið í læru hjá Salong Maria, Argir, Sanna S. Michelsen hevur staðið í læru hjá Karin’sa, Tórshavn, Margit K. Berg hevur staðið í læru hjá Salong Júniik, Tórshavn, Sigrid V. Jacobsen hevur staðið í læru hjá Salong Bylgjan, Argir, Mathilda K Svøðstein hevur staðið í læru hjá EVOKE, Klaksvík,
Niðanfyri eru myndir av sveinastykkjunum. Tær hevur Jón K. Joensen tikið.