Sjóndepilin hevur opið hús

Týsdagin millum klokkan 13 og 15 hevur Sjóndepilin í Traðabrekku 1 opið hús

 

Í Traðabrekku 1 í Havn hevur Sjóndepilin vardan verkstað og handil. Her er tó-og timburverkstaður, og tað eru tilsamans seks borgarar - tríggjar kvinnur og tríggir menn - sum dagliga eru til arbeiðis á stovninum.

 

Hetta er vardur verkstaður fyri handaligum og dugnaligum blindum, lættari seinmentum, fólki. Fyri at koma undir heitið blindur, er bert 10% og minni eftir av sjónini.

 

Verkstaðurin, sum stovnurin á Traðabrekku verður róptur, er deild undir Sjóndeplinum á Íslandsvegi 10A. Í samband við, at Sjóndepilin í ár hevur 25 ár á baki, hava tey valt at bjóða almenninginum til “opið hús” týsdagin - 5. november frá klokkan 13 til 15.

 

- Verkstaðurin hevur verið virkin í 4 ár. Nú handil eisini er komin her, velja vit at vísa fram verkstað og handil , og vit vóna, at nógv fólk koma á gátt, sigur dagligi leiðarin, Diana á Horn.

 

Teir seks borgararnir, sum í dag eru knýttir at deildini í Traðabrekku, hava flestu verið knýttir at Sjóndeplinum í nógv ár. Tey, ið hava verið longst, hava verið knýtt at stovninum í 24 ár.

 

Onnur hava verið í ávikavist 20 og 17 ár og tann, sum hevur verið stytst, hevur verið knýttur at Sjóndeplinum í seks ár.

 

Kvinnurnar fáast serliga við at binda og veva vakrastu pløggini, og tær evna eisini smúkkur úr leðri, horni, træi og perlum.

 

Í handlinum í Traðabrekku er skjúrtatoy til føroysk klæði, sum eru evnað á vevstovuni á Íslandsvegnum, og her er føroysk turri-og fyrriklæði, vovin viskustykki og vovin og bundin turriklæði av ymiskum slag, ymiskar pútur, og her er tað, tey rópa barna-plaid, sum er umtókt teppi at balla smábørn inn í. Her eru eisini hondgjørd kort.

 

Menninir á vælútgjørda verkstaðnum gera eitt nú stólar, krakkar, skamlar, tollar, ára-og borðskeytar, krossar, spjøldur og ymiskt úr horni - alt vakurt, snøgt og væl úr hondum greitt.

 

Handilin á Traðabrekku 1, sum læt upp fyrr í ár, selur soleiðis lutir, sum eru virkaðir á verkstøðunum á Traðabrekku og á Íslandsvegi.

 

Opið er týsdag frá klokkan 13-15 og fríggjadag frá klokkan 10-15. Hetta eru tíðir, sum handilin altíð er opin, men handilin er vanliga eisini opin, tá borgararnir eru til arbeiðis í vevstovuni og á verkstaðnum.

 

- Er hurðin opin, eru fólk altíð vælkomin á gátt, siga borgarar og starvsfólk á Sjóndeplinum í Traðabrekku, sum nú bjóða almenninginum at vitja stovnin týsdagin frá klokkan 13 til 15.