Á Varmakeldu í ár var eitt stórt sjórænaratiltak hildu úti á fjørðinum í Fuglafirði.
Manningin taldist gott 50 sjórænarar, umframt at Kaptein Gardar kom "hejsandi" niður frá einari tyrlu. Eisini vóru sluppurnar, Jóhanna og Dragin og báturin Noran við í tiltakinum.
Søgan er at fyri 500 árum síðani forsvann ein skattaoyggj úti á fjørðinum og mátingar og ryktir søgdu at skattaoyggin skuldi koma brestandi upp júst á Varmakeldu 2026. Tað er orsøkin at nógvir sjórænarar koma inn á á Varmakeldu í ár. Sum tað sæst á videoklippinum, so fær Kaptein Gardar, sum er ein av teimum hægstu sjórænarunum, gjørt eina semju soleiðis at sjórænarnir skuldu býta skattin millum sín....og við børnunum. Mett verður at minst 500 børn fingu bomm.
Her sæst videoklipp av sjórænaratiltakinum: https://www.youtube.com/watch?v=81hefVBk72Y
Vert er at nevna, at Jákup Veyhe hevði gjørt eitt 6 minuttir langt klipp, har 1 min 30 sek kunnu hoyrast fyrst í videoklippinum.
Onki slíkt tiltak er møguligt uttan góðar stuðlar og vilja fyrireikarnir takka stuðlunum av hesum sjórænaratiltaki.
Nevnast kann afturat, at aftaná tiltakið, so bjóðaði Fuglafjarðar Hornorkestur fólk út á fjørðin til konsert, meðan í hinari sluppini bjóðaðu skótarnir í Fuglafirði til fiskikapping, verður greitt frá í tíðindaskrivi.











