Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild.
Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur verið trupult at manna sjúkraflutningsdepilin í Miðvági, støð 30, seinasta árið, og avbjóðingarnar hava verið serliga stórar seinasta hálva árið.
Vanliga eru tvey starvsfólk í einum sjúkrabili – ein autoriseraður sjúkraflutningsviðgeri og ein sjúkraflutningshjálpari.
Men seinasta árið hevur støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur.
Longri responstíð
Sjúkraflutningstænastan í Føroyum virkar sum ein sokallað flótandi tilbúgving. Tað merkir, at sjúkrabilarnir ikki bara dekka økið, har teir eru staðsettir, men kunnu sendast aðrastaðni eftir tørvi.
Tá eingin sjúkrabilur er tøkur í Vágum, verður økið tí dekkað av sjúkrabilum aðrastaðni frá.
Men Sjúkrahúsverkið staðfestir, at vantandi sjúkrabilur í Vágum undir vanligum umstøðum hevur við sær longri responstíð – tað vil siga longri tíð frá neyðkallinum, til heilsufakliga hjálpin er á staðnum.
Trot á útbúnum fólki
Størsti trupulleikin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum. Hetta ger skipanina serliga viðkvæma fyri sjúkrafráveru og uppsagnum.
Krøvini til útbúgving og autorisatión eru eisini herd. Síðani 2024 eru starvsfólk, sum ikki luku nýggju autorisatiónskrøvini, send á merittútbúgving í Danmark. Meðan tey eru undir útbúgving, eru tey ikki tøk til vaktir í Føroyum.
Útbúgvingin til sjúkraflutningsviðgera tekur fýra ár og fevnir bæði um praktikk og umleið hálvtannað ára skúlagongd í Danmark.
Ein onnur avbjóðing er verandi sáttmáli. Hann byggir sambært Sjúkrahúsverkinum á eitt gamalt prinsipp um, at starvsfólkini, sum hava vakt, búgva í nærumhvørvinum. Tað ger tað trupult hjá starvsfólkum aðrastaðni frá at taka vaktir í Vágum.
Sjúkrahúsverkið metir tí, at bæði trotið á sjúkraflutningsviðgerum og ein ótíðarhóskandi sáttmáli eru millum størstu avbjóðingarnar.
– Ikki nøktandi
– Tað er sjálvandi ikki nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum ikki hevur verið møguligt at manna støðina í Vágum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen í svarinum.
Arbeitt verður við at útbúgva fleiri sjúkraflutningsviðgerar, og sjúkrahúsleiðslan væntar, at støðan fer at batna komandi mánaðirnar og upp í eitt hálvt ár.
Tríggir lærlingar byrja í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november.
Sjúkrahúsverkið heldur harumframt, at tørvur er á einari langtíðarætlan fyri bæði útbúgving og fígging, um Føroyar skulu hava eina støðuga sjúkraflutningstænastu á sama fakliga støði sum grannalondini.
Landsstýriskvinnan tekur undir við hesum og vísir á, at hetta eisini er partur av strategiini hjá Sjúkrahúsverkinum fyri 2026-2030.










