Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil

Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024.

Starvsfólk í Sjúkraflutningstænastuni hava riggað nýggja sjúkrabilin til. Frá vinstru eru: Óli Nielsen, Ørvur Andreassen, Eyðtór Joensen og Georg Kjærbo.

Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men nú er hann loksins komin á sjúkrahúsið.

 

Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava riggað nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá tørvur verður á honum, og tey lata væl at.

 

Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum. Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði.

 

Hetta skrivar Suðuroyar Sjúkrahús á sínum vanga á facebook.

 

Starvsfólk í Sjúkraflutningstænastuni hava riggað nýggja sjúkrabilin til. Frá vinstru eru: Óli Nielsen, Ørvur Andreassen, Eyðtór Joensen og Georg Kjærbo.