Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men í dag er hann loksins komin á sjúkrahúsið, skrivar sjúkrahúsverkið á heimasíðuni.
Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava riggað nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá tørvur verður á honum - og tey lata væl at.
Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum.
Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði.
##med2##











