Sjúrður fingið fleiri mál við í samgonguskjalið

Sjúrður Skaale hevur sum fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin fingið fleiri av sínum ynskjum við í samgonguskjalið hjá nýggju donsku stjórnini. Vit kunnu tí vænta, at danska stjórnin millum annað fer at 

 

  • Stuðla Føroyum í at fáa betri atgongd til ES marknaðin.
  • Vera opin fyri at veita eitt statslán til ein møguligan Suðuroyartunnil.
  • Virka fyri, at føroyskar fyritøkur fáa ágóðan av verjuíløgum í Norðatlantshavi.
  • Knýta ein nýggjan samskiftiskaðal í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið, so hann eitt nú kann brúkast av Føroya Tele. Eisini er stjórnin sinnað at tingast um fíggingarleist.

 

 

 

// Javnaðarflokkurin á Fólkatingi