Skála er á odda

2. hálvleikur er tíggju minuttir gamal á Skála, har B71 vitjar í góðveðrinum í kvøld. Skála er leikliga omaná ímóti sandoyingum, sum hava lagt stóran dent á verjuspælið.

Tríggjar minuttir undan steðginum skoraði Skála mál. Levi Hanssen legði fríspark úr vinstru og tvørturum. Eftir eitt sindur av aftur og fram stakk verjuspælarin Arnhold Berg seg upp og skoraði til 1-0.