Skála hevur hoyrt borgarstjóran

Í dag verður grannauppgerð í Runavíkar kommunu. Meistararnir í NSÍ vitja á Skála, og hóast NSÍ er á heiðursmerkjaplássi, og Skála er aftast, so hevur gongdin seinastu ferðirnar verið soleiðis, at talan kann gerast um intensa og spennandi uppgerð.

Í útvarpssendingini hjá NSÍ hósdagin segði borgarstjórin í kommununi hjá bæði NSÍ og Skála, at hann roknar við, at NSÍ fer at vinna á Skála. Men í tí rokningini eru teir á Skála ikki samdir við borgarstjóranum:

- Eg hoyrdi tað ikki sjálvur, men eg havi frætt, at borgarstjórin roknar við, at NSÍ fer at vinna. Tað er eisini upp til okkum at gera av, hvussu tað verður, og vit halda okkum vera so væl fyri, sum tað ber til, sigur Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen.

10. plássið tykist ikki at darva venjingarnar á Skála. Lagið er gott, og fyri fyrstu ferð í ár eru allir spælararnir á Skála tøkir. Nítjan spælarar venja, og venjarin, John Petersen, er í tí sjáldsama positivu støðu, at tað er stór kapping um tey ellivu plássini.

Hjá NSÍ er liðformaðurin Óli Hansen leikbannaður. Sunnudagin spældi lJónas Þór Næs bara í 1. hálvleiki. Hann hevur trupulleikar í fótinum, men hann verður við á Skála. Tað verður landsliðsspælarin Einar Hansen ikki. Hann hevur brotið eitt bein og verður ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar.

Skála vitjaði í Runavík í 8. umfari. Tá var NSÍ framvegis við í FM stríðnum, meðan tað manningarliga stóð væl verri til á Skála, enn tað nú ger tað. Úrslitið í fyrstu kommunuuppgerðini var 2-2.