Venjarin hjá Skála, John Petersen, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at felagið hevur roynt at styrkja seg við nýggjum spælarum, men hetta hevur ikki eydnast enn.
- Flytingarvindeygað er tó opið í ein góðan mánaða afturat, so enn er møguleiki fyri at vit fáa tilgongd, sigur John Petersen.
Hann fegnast um, at flestu av spælarunum, sum vóru við í fjør, halda fram í felagnum, og at ungir spælarar eisini bjóða seg fram til liðið.