Skála kærir avgerðina

Skála hevur gjørt av at kæra avgerðina hjá aganevndini hjá Fótbóltssambandinum víðari til yvirkærunevndini. Hetta sigur formaðurin, Hans Jákup Andreasen

Fyrr í ár gjørdi B36 av at senda eina klagu inn til fótbóltssambandið eftir ein dyst í Gundadali, har Skála hevði verið á vitjan. Grundin til klaguna var, at Skála hevði sent Slavisa Kaplanovic á vøllin seint í dystin, sjálvt um hesin ikki stóð á dómaraseðlinum.

Væntandi var, at aganevndini hjá Fótbóltssambandinum fór at geva Skála eina átælu ella eina bót, men soleiðis var ikki. Fyrr í vikuna kom aganevndin við sínum úrskurði, og hon dømdi B36 at vinna dystin við úrslitinum 0-0. Sostatt stendur Skála til at missa stigið, sum teir annars fingu í 1-1 javnleikinum í Gundadali, meðan hvíta árstalsfelagið úr Havn stendur til at fáa tvey stig afturat.

Málið er tó ikki komið at enda, tí formaðurin í Skála, Hans Jákup Andreasen, sigur, at teir fara at kæra málið víðari til yvirkærunevndiniá, har teir vóna at fáa avgerðina hjá aganevndini broytta.


- Hetta er ikki rætt

Tá vit fingu orðið á formannin hjá Skála í gjárkvøldið, segði hann, at felagið fór at kæra málið víðari til yvirkærunevndina.

- Ja, vit fara at kæra víðari. Vit kunnu ikki tapa dystin, tí hetta er ikki rætt. Maðurin, sum kom inn í dystin ímóti B36, var í sínum fulla rætti at spæla dystin. Hann hevði spælt undanfarnu seks dystirnar fyri Skála, spæliloyvi var í lagi og hann hevði ikki leikbann. Tað var bert ein menniskjansligur feilur, sum førdi við sær, at maðurin ikki stóð á dómaraseðlinum, og tí føla vit okkum noyddar at fara víðari við hesum.

Tað eru annars fleiri ting frá hesum dystinum, sum undra formannin hjá Skála.

- Hví slapp hesin maðurin inn í dystin? Og hví slapp hann yvirhøvur at vera á beinkinum, um hann ikki stóð á dómaraseðlinum? Hesi tingini skilji eg ikki rættiliga, sigur Hans Jákup Andreasen.


Sjálvandi skal slíkt ikki henda

Sjálvt um Hans Jákup ikki er samdur við avgerðina hjá aganevndini, so merkir hetta tó ikki, at hann ikki heldur, at Skála eigur at sektast fyri feilin, sum bleiv framdur í Gundadali.

- Sjálvandi skulu slíkir ikki koma fyri. Men sum sagt, hetta kann henda, og eg haldi ikki, at avgerðin hjá aganevndini er røtt. Vanligt hevur verið, tá slíkir feilir henda, at felagið fær eina átalu ella eina bót, og tað haldi eg, at felagið eisini skuldi fingið í hesum føri, sigur formaðurin hjá Skála.

At enda leggur hann afturat, at Fótbóltssambandið skuldi fara at umhugsa at broytt mannagongdina í samband við dómaraseðlarnar, so hon fer at líkjast henni, sum verður nýtt í Evropa.

- Ja, eg haldi heilt víst, at Føroyar skuldu broytt mannagongdina í samband við dómaraseðlarnar, soleiðis at hvørt lið hevur ein dómaraseðil við, tá tað kemur til dyst, soleiðis sum tað verður gjørt í altjóða fótbólti.