Skála leigar Johan Troest Davidsen

Johan Troest Davidsen skal næstu tíðina spæla fótbólt við Skála, skrivar heimasíðan hjá NSÍ. Johan kom tíðliga í vár heimaftur til NSÍ, eftir at hann hevði roynt seg í Everton, men higartil hevur hann ikki fingið so nógva spælitíð, sum hann kundi ynskt sær. Skála hevur havt nógvar skaðar í ár, og har kemur tað væl við, at felagið nú kann leiga Johan Troest Davidsen frá NSÍ.- Longu tá Jóhan valdi at koma heimaftur til føroyskan fótbólt, vístu fleiri feløg honum áhuga, men hann valdi tó barndómsfelagið, sum hann hevur sáttmála við til og við 2007. Men hópurin hjá NSÍ er breiður, og tí verður mett, at Jóhan kann fáa fult so nógva spælitíð aðrastaðni, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.